Team Klaksvík hevur truplan dyst sunnudagin.
VÍF er oddalið og hóast liðið hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar, so hevur liðið framvegis eina hampuliga trygga leiðslu. 18 stig hava menninir hjá Inga Olsen í VÍF. Team Klaksvík er aftast við 6 stigum. Men sermerkt fyri Team Klaksvík er, at liðið hevur fingið øll síni stig á útivølli.
Dystyrun í Vestmanna sunnudagin byrjar kl. 16.00.




