Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík kann koma í hálvfinaluna

Jákup Ósá

Team Klaksvík kann í kvøld fyri fyrstu ferð í søgu felagsins røkka hálvfinaluni í steypakappingini.

Team Klaksvík kann í kvøld fyri fyrstu ferð í søgu felagsins røkka hálvfinaluni í steypakappingini.

Hjá heimaliðnum StÍF er uppgávan stór, tí teir skulu vinna við 18 málum samstundis sum H71 skal tapa. Team Klaksvík má fáa stig fyri at koma víðari og við einum sigri bendur nógv á, at Team Klaksvík kemur víðari í hálvfinala. Tá er einasta treyt, at H71 ikki vinnur við tveimum, trimum ella við fýra málum, har teir skora minst 28 mál (Og Kyndil 24). Vinna teir við fleiri enn 4 málum, so kemur Team Klaksvík víðari og tað ger Team Klaksvík eisini, um Kyndil vinnur. Men treytin er, at klaksvíkingar vinna sín dyst.

Dysturin á Skála millum StÍF og Team Klaksvík byrjar kl. 20.00. Taða sama ger dysturin í havn millum Kyndil og H71.