StÍF vitjar í Klaksvík mikukvøldið.
Undan dystinum liggur Team Klaksvík á 5. plássi við 14 stigum, men eftir sigurin í Kollafirði er munurin uppeftir minkaður. Tí kann Team Klaksvík við sigri her leggja seg á 3. pláss, tó við fleiri dystum enn Kyndil. Tað er eisini treytað av, at VÍF tapir í Tórshavn móti oddaliðnum Neistanum. StÍF er mótstøðulið og strandingar eru væl fyri í løtuni. Seinast vunnu teir í Vestmanna og áðrenn tað fingu teir javnleik móti oddaliðnum Neistanum. Hóast Team Klaksvík hevur 5 stig fleiri enn StÍF, so hevur StÍF betri málmun, og tað bendir á, at strandingar hava spælt javnari dystir enn eitt nú Team Klaksvík.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar mikukvøldið kl. 20.00.


