Team Klaksvík hevur í summar arbeitt við at styrkja um hópin hjá besta liðinum.
Team Klaksvík hevur í summar arbeitt við at styrkja um hópin hjá besta liðinum. Sum kunnugt hevur Team Klaksvík longt samstarvið við spælskiparin Dusko Petrusic og bakkin Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, umframt at avtala er fingin í lag við Bogdan Florea, um at hesin verður partur av hópinum komandi kappingarár.
Eftir at málverjin seinasta kappingarár Eli Gærdum, sum er uppvaksin í STÍF, valdi at venda heim aftur til Skála, hevur verið arbeitt við at fáa nýggjan málverja til felagið. Hetta er nú komið uppá pláss, og er avtala gjørd við bosniska Dragan Kondic, um at hann verður maðurin millum stengurnar hjá Team Klaksvík komandi kappingarár.
Dragan, sum er 23 ára gamal, hevur farna kappingarár leikt við RK Bosna Sarajevo. RK Bosnia Sarajevo er besta liðið í Bosnia, og hevur vunnið meistaraheitið í Bosnia 7 ferðir síðani 2003. Dragan hevur annars spælt við bosniska RK Prijedor og serbiska RK Partizan.
Sjálvur sigur Dragan, sum fekk sín fyrsta dyst í bosnisku Premier League sum 18 ára gamal, at hann er spentur uppá at koma til Føroyar at leika.
Kristian Andreasen, sum tekur sær av besta mansliðnum hjá Team Klaksvík, sigur, at felagið fyrr í ár setti sær sum mál, at fáa ein bakk og ein málverja til hópin. Hetta hevur eydnast, men tað kann væl hugsast, at onkur føroyskur leikari legst afturat hópinum, sigur hann.




