Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík-KÍF spæla í kvøld

Jákup Ósá

FM vinnararnar fingu seinast nærmast bank av Team Klaksvík, men spurningurin er so, um teir fáa uppreisn í kvøld.

Tað var heldur óvæntað, at Team Klaksvík 12. november í Kollafirði vann nærum stórsigur á KÍF. 30-23 endaði dysturin og stórur munur var á liðunum allan dystin. Hetta var samstundis fyrstu ferð, at Team Klaksvík vann á KÍF i bestu deildini. Men síðani tá hevur KÍF fótað sær og bara tapt ein av seinastu fimm dystunum, meðan Team Klaksvík ikki hevur fingið nakað stig síðani dystin í Kollafirði. KÍF liggur á 5. plássi við 11 stigum, meðan Team Klaksvík liggur aftast við 6 stigum.
Í viðmerking við heimasíðuna jn.fo sigur formaðurin í Team Klaksvík, Heri Johnsson, at ein av útlendingunum hjá Team Klaksvík, Dusko Petrusic, er givin í Team Klaksvík. Sostatt spælir hann ikki í kvøld.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar kl. 20.00.