Greipuvinnararnir byrjaðu har teir sleptu.
Heili 34-13 gjørdist úrslitið millum KÍF og Team Klaksvík, tá fyrsti dysturin í landskappingini hjá monnum bleiv leiktur í gjár. Longu eftir 6 minuttum fekk liðið ein frammaná, tá lykla leikarin Dánjal Kjærbo fekk reytt kort. Hálvleiksstøðan var heili 19-5.
Málksjúttarnir hjá Team Klaksvík vóru: Sámal á T. Olsen 5, Jón Jacobsen 3, Otto Jacobsen 2, Igor Petrikeev 2 og Andrias Ellingsgaard 1. Toppskjútti hjá KÍF var Hans Eli Sigurbjørnsson við 6 málum.
Mynd: jn.fo




