Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík kom niður á jørðina aftur

Jákup Ósá

So gekk ikki longur hjá Team Klaksvík, sum tapti í fyrsta heimadystinum hetta kappingarárið. StÍF kom á odda tíðliga í dystinum og hevði leiðsluna sum oftast í dystinum. Onkra løtu var javnleikur m.a. í hálvleikinum, tá støðan var 16-16. Team Klaksvík byrjaði væl í seinna hálvleiki og fekk leiðsluna fyrstu minuttirnar, men so tók StÍF yvir aftur og var á odda 23-19, tá 10 minuttir av seinna hálvleiki vóru leiktir. Eftir hetta var StÍF altíð á odda við í minsta lagi tveimum málum. Úrslitið gjørdist 31-28 til StÍF.

Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Vuk Stevanovic 8, Vilhelm Vilhelmsen 5, Valentino Valentakovic 5, Jens Pauli Mohr 4, Tummas Simonsen 3, Sámal á Tjaldrafløtti 2 og Kjartan á Garvarbø.