Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík koppaði oddaliðnum

John William Joensen

Besta liðið hjá Team Klaksvík var sunnukvøldið í Hoyvík og spældi móti suverena oddaliðnum H71.

Og fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist Team Klaksvík at koppa hoyvíkingum. Endin á dystinum gjørdist ein sannur gysari.

Team Klaksvík kom annars illa frá byrjanini í dystinum, og tá ið 16 minuttir vóru leiktir var støðan 9-3 til heimaliðið, og ein sat og stúrdi fyri einum rættiligum skrædli. Men lítla løtu seinni gjørdu klaksvíkingarnir eitt gott hál, og við unga Sámal Olsen á odda fingu teir 5 mál innan 3 minuttir, og soleiðis bleiv samband aftur millum liðini, og ein sá, at klaksvíkingarnir spakuliga byrjaðu at trúgva uppá, at hetta var dagurin, tá hoyvíkingar endiliga kundu setast uppá pláss. Hálvleiksstøðan var tó 13-11 til H71.

Nakað undan steðginum kom Andras Samson inn fyri Bent Hansen, og uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum av leikarunum hjá Team Klaksvík, so vendi hetta dystinum, tí í seinna hálvleiki stóð Andras, sum ein livandi múrur fyri atsóknunum frá hoyvíkingum. Ferð eftir ferð diskaði hann upp við framúr bjargingum, og tók soleiðis broddin av álopspartinum hjá H71. Úti á vøllinum vóru tað serliga Dánjal Kjærbo í verjupartinum og Steffan Kalsø í álopspartinum, ið gingu undan, og tá ið 49 minuttir vóru leiktir legði Team Klaksvík seg framum 21-16, og sigurin var í eygsjón.

Síðstu 10 mnuttirnar kom ein tó at sita á pínubeinkinum. H71 minkaði spakuliga um munin, og hetta ørkymlaði klaksvíkingarnar. Mongu keðiligu minnini frá undanfarnu dystunum móti H71 snýktu seg inn í bakhøvdið, og tað tyktist, sum óttin fyri enn einum tapi gjørdist alsamt størri, enn viljin til at vinna. Tá fýra minuttir eru eftir er støðan 24-22 til Team Klaksvík og Dánjal Kjærbo fær eina 2. minuttir útvísing. Minuttin seinni fær Steffan Kalsø somuleiðis eina tveir minuttir útvísing, og í sama minuttin verður Jón Jacobsen eisini vístur út. Úti á vøllinum royna viðleikararnir at halda stand. Tá klokkan hevur rundað 58 minuttir minkar H71 um munin til 24-25, og klaksvíkingarnir stóðu, sum lammslignir. Men ótroyttiligi Mathias Samulesen fekk tó økt um munin í næsta álopinum, og samstundis komu útvístu mennirnir innaftur at taka tað síðsta takið fyri at fáa sigurin undir land, og tað eydnaðist. Endaliga úrslitið var 27-25 til Team Klaksvík.

Málskjúttarnir hjá Team Klaksvík vóru hesir: Steffan Kalsø 6, Jón Jacobsen 6, Mathias Samuelsen 4, Dánjal Kjærbo 4, Willy Stampe 2, Gunnar á Steig 2, Sámal Olsen 2 og Beinur Heðinsson 1.

Harleywoodpaint