Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík mennist í hvørjum: Team Klaksvík vann og er nú á triðjaplássi í 1. deild

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við einum 28-26 sigri á Kyndli í Høllini á Hálsi sunnudagin legði Team Klaksvík seg á eitt triðjapláss, bert 11 mál verri enn VÍF á 2 plássi, so um gongdin heldur fram, kann tað gerast rættiliga spennandi.

Ein skal ansa sær at leggja ov stórt trýst á nýggj lið og feløg, so sum Team Klaksvík, ið man vera  yngsta hondbóltsfelag í landinum.

Men hóast ikki meir enn turrir aftan fyri oyrað, so gera garparnir á besta liðnum hjá Team Klaksvík longu rættiliga um seg.

Í fjør vunnu teir sær uppflyting úr 2. deild upp í 1. deild, og eftir at tað eru leikt 5 umfør higartil í ár í 1. deild, hevur Team Klaksvík vunnið heilar 3 dystir, og liðið liggur í løtuni sum nr. 3 í deildini, bert 11 mál frá 2. plássi.

Bjørnin er als ikki skotin enn, so tað kemur ikki upp á tal at selja skinnið, men undir øllum umstøðum má sigast, at Fríðin Ziskason og hansara menn nú av álvara hava sett Klaksvík á breddan í føroyskum manshondbólti.

Spennandi verður at fylgja hesum nýggja liðnum tey komandi umførini, og um hendan sera positiva gongdin heldur fram, so fara teir enntá at liggja í nánd av ovara enda av stigatalvuni, og so er ikki gott at siga, hvat endaliga úrslitið kann gerast.

Hvar verður
næsti dystur?

Í kappingarskránni á www.hsf.fo stendur, at næsti dystur hjá Team Klaksvík skal vera í Klaksvík ímóti sjálvum oddaliðnum í 1. deild, H71, so talan er um ein sera áhugaverdan dyst.

Hesin dystur stendur til at verða tann 11. november, tvs. nú sunnudagin, kl. 18:00, í Klaksvíkar Badmintonhøll, men av tí at høllin, sum skilst, ikki hevur latið upp til ta tíð, má eitt ella annað gerast við hendan dystin.

Í skrivandi løtu hava vit ikki tosað við Fríðin ella nakran annan í Team Klaksvík, men helst verður skjótt nakað at frætta um hesi viðurskifti.

Støðan í 1. deild:

1) H71                    10 stig og +62 mál (5 dystir)
2) VÍF                       6 stig og +12 mál (5 dystir)
3) Team Klaksvík      6 stig og +  1 mál (5 dystir)
4) StÍF                      4 stig og –15 mál (4 dystir)
5) Kyndil                   2 stig og –13 mál (5 dystir)
6) Neistin                 0 stig og –47 mál (4 dystir)