Í einum dramatiskum enda misti Team Klaksvík alt seinasta minuttin, tá STÍF vitjaði í kvøld.
Púra óvæntað bleiv dysturin í kvøld millum aftasta liðið Team Klaksvík og STÍF, sum eltir finalu pláss, sera spennandi. Team Klaksvík vísti aftur, at liðið sum oftast gevur øllum liðum harða mótstøðu á heimavølli. Heimaliðið lá til at fáa ein sigur næstan til tíðin var úti. Støðan í hálvleikinum var 16-13 til Team Klaksvík. Einu løtuna í seinna hálvleiki førdi Team Klaksvík við 5 málum. Tá 11 minuttir vóru eftir var Team Klaksvík á odda 27-23. Tá ein góður minuttur var eftir var Team Klaksvík eisini á pdda 31-30. Men so hendi tað, at Team Klaksvík seinasta góða minuttin fekk 3 útvísingar. Tá fekk STÍF lætt spæl og kundi tryggja sær ein 32-31 sigur seinasta minuttin.
Eftir dystin var stór ónøgd frá heimaliðinum um onkrar av dømingunum seinastu løtuna og um onkra útskifting, sum bleiv revsað við útvísing. Team Klaksvík hevði ein stórspælandi Eli Gærdum í málinum, meðan Sámal á T. Olsen og Dusko Petrusic spældu framúr í álopinum. Sámal skoraði 10 mál og Dusko 9 mál. STÍF kundi fegnast um tey bæði týðandi stigini, tí teirra avrik var helst merkt av, at teir mánakvøldið vóru úti fyri einum stórum vónbroti í steypakappingini, tá tað vóru teir, ið mistu finalu pláss á stokkinum. Ein annar avgerandi munur var, at Team Klaksvík fekk 7 útvísingar, meðan STÍF fekk 2.
Málskjúttar hjá Team Klaksvík: Sámal á T. Olsen 10, Dusko Petrusic 9, Jens Pauli Mohr 4, Vilhelm Vilhelmsen 2, Otto Jacobsen 2, Niclas Niclasen 1 og Andrias Ellingsgaard 1.
Málskjúttar hjá STÍF: Allan Norðberg 10, Marius Joensen 8, Sveinur Justinussen 4, Jógvan G. Joensen 3, Jákup Bertholsen 2, Kjartan Johansen 2 og Pauli G. Hansen 1.




