Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík misti aftur trygga leiðslu

Oliver Joensen

 Tá 21 minuttir vóru leiktir, var Team Klaksvík á odda 15-9.

Men so skoraði Team Klaksvík ikki aftur fyrr enn 39 minuttir vóru leiktir. Og tá var longu ov seint, tí tá var H71 á odda 20-16. Síðani øktist munurin bara og H71 vann at enda 33-24.

Toppskjótti hjá Team Klaksvík var Dusko Petrusic við 9 málum, meðan Sámal á T.Olsen skoraði 5 mál. Hjá H71 skoraði Bogi Davidsen 8 og Bogdan Florea 5.

Harleyfacadeacryl