Neistin vann fyrsta dystin í bólkaspælinum í steypakappingini.
Team Klaksvík var á odda stóran part av fyrra hálvleiki. Men so kom steðgur í stutt áðrenn hálvleik og í seinna hálvleiki vann Neistin tryggan sigur. Endaliga úrslitið gjørdist 30-22 til Neistan eftir hálvleiksstøðuna 14-11.
Toppskjútti hjá Neistanum var Torkil Hentze við 8 málum, meðan Zakaris Ludvík Súnason skeyt 6 mál fyri Team Klaksvík. Team Klaksvík spælir næsta vikuskiftið næsta dystin í bólkaspælinum, tá H71 2 vitjar í Klaksvík.


