Manshondbóltsfelagið í Klaksvík, Team Klaksvík, og Eik hava undirskrivað nýggjan stuðulssáttmála fyri fyristandandi kappingarár, soleiðis at Eik fjórða árið á rað er høvuðsstuðul hjá felagnum.
– Vit eru sera fegnir um, at Eik vil taka enn eitt tak saman við okkum. Sum høvuðsstuðul er Eik ein av hornasteinunum undir rakstrinum av felagnum, og tað er eingin loyna, at Eik er okkum ein sera týdningarmikil samstarvsfelagið, sigur Kristian Andreassen, nevndarlimur í Team Klaksvík.
Team Klaksvík varð stovnað í 2006 og er longu nú eitt felag, ið er í støðugum vøkstri. Felagið er umboðað í øllum teimum yngru dreingjadeildunum, og í 1. og 2. deild hjá monnum. Í dag hevur felagið umleið áttati íðkandi limir.
– Eik Banki lat nýggja deild upp í Klaksvík í 2006, um sama mundi, sum Team Klaksvík varð stovnað, og fyri okkum hevur tað alstóran týdning at stuðla ítróttini í lokaløkinum. Vit vita, at leiðslan í Team Klaksvík ger eitt stórt og gott arbeiðið fyri hondbóltin og fyri ungdómin, og tí eru vit somuleiðis fegnir um at undirskriva nýggjan sáttmála við felagið, og at okkara búmerkið fer at prýða búnarnar hjá felagnum, segði Hilmar Sam Lamhauge á lítlari samkomu, tá sáttmálin varð undirskrivaður.




