VÍF vann eisini aðru hálvfinaluna.
Í gjárkvøldið var onnur hálvfinalan í Vestmanna eftir, at VÍF vann tað fyrstu í Klaksvík. Team Klaksvík fylgdi væl við ein part av fyrra hálvleiki, men so fór VÍF framum og førdi 14-9 í hálvleikinum. Gongdin helt fram í seinna hálvleiki. Onkra løtu kom munurin niður á trý mál, men tað endaði 29-22 til VÍF. Team Klaksvík skal nú spæla dyst um bronsuna móti Neistanum ella H71.
Málskjúttar hjá Team Klaksvík: Jóhan í Garðastovu (8), Jens Pauli Poulsen (5), Nikolay Bliznov (3), Beinir Johannesen (2), Vilhelm Vilhelmsen (2) og Jure Fistonic (2).



