Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík søplaði sigurin burtur í síðsta minuttinum

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Team Klaksvík førdi 24-21, tá farið var inní seinasta minuttin, men megnaði ikki at halda leiðsluna.

Team Klaksvík var í dag nærri við enn nakrantíð at vinna ein dyst fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Team Klaksvík hevði leiðsluna nærum allan dystin á heimavølli móti StÍF. Í seinna hálvleiki sum oftast enntá við trimum málum. Tá farið var útum 59 minuttir var støðan 24-21 til Team Klaksvík. Men so fór StÍF at dekka við øllum leikarunum útiá vøllinum, og tað sá út til at fáa Team Klaksvík liðið í panikk. Fleiri bóltar blivu blakaðir burtur og StÍF revsaði hvørjaferð. Í seinastu sekundunum javnaði StÍF við skjótálopi og so endaði tað 24-24. 

Dómaraseðilin er viðheftur eins og myndir frá dystinum.