Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík spældi javnt í Hoyvík

Jákup Ósá

Dramatikkur móti endanum av dystinum, har tað hóast alt spældi væl av hjá Team Klaksvík.

Tað endaði 27-27 eftir hálvleiksstøðuna 11-9. Í síðsta miniutti bleiv dramatikkur. Team Klaksvík var í álopi, men bríkslað bleiv fyri álopsfeili. Team Klaksvík leikari skeyt uppá mál, har strangir reglar eru um at lata bóltin liggja. Reytt kort og brotskast til H71. Men tí bjargaði David Henigman í málinum hjá Team Klaksvík. Tí megnað hvørki av liðunum at avgera dystin í síðsta minuttinum.

Team Klaksvík hevur nú sjey stig á 4. plássi. Málskjúttar hjá Team Klaksvík vóru Nikola Kedzo (8), Jens Pauli Mohr (4), Sakaris Ludvík Súnason (4), Nikolay Bliznov (4), Beinir Johannesen (3), Vilhelm Vilhelmsen (3) og Jura Fistonic.