Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík spælir avgerandi steypadyst í dag

Jákup Ósá

Í dag kann Team Klaksvík spæla seg í hálvfinalurnar.

Talan er um annan dystin í bólkaspælinum í steypakappingini. Team Klaksvík vann tann fyrsta á útivølli móti H71. Tá vann KÍF á Kyndil. Í dag møtast Team Klaksvík-Kyndil og H71-KÍF. Um Team Klaksvík vinnur og hin dysturin endar við javnleiki ella at KÍF vinnur, so er Team Klaksvík komið í hálvfinalunar undan síðsta umfarinum, har Team Klaksvík skal spæla í Kollafirði 6. desember. Dysturin í Klaksvíkar badmintonhøll byrjar kl. 16.00.

Harleyfacadeacryl