Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík spælir avgerandi steypadyst í kvøld

Jákup Ósá

Kyndil tekur ímóti Team Klaksvík í kvøld.

Talan er um dyst í steypakappingini. Kyndil vann í fyrsta umfarinum móti Neistanum, meðan Team Klaksvík tapti móti StÍF. Vinnur Kyndil hendan dystin, so er Kyndil mest sannlíkt komið í hálvfinalurnar. Vinnur Team Klaksvík, so hevur Team Klaksvík framvegis møguleikan at koma í hálvfinalurnar. Tó hevur Team Klaksvík einki stig fingið hetta kappingarárið, so Kyndil má metast sum stórfavorittur.

Dysturin í Høllini á Hálsi byrjar kl. 18.00 í kvøld.