Team Klaksvík spælir fyrstu hálvfinalu á heimavølli.
Eftir at Team Klaksvík sendi KÍF út úr FM stríðnum í fjórðingsfinaluni, so stendur VÍF fyri tørni í hálvfinalunum. Har eru minst tveir dystir og tann fyrsti verður hóskvøldið í Badmintonhøllini í Klaksvík.
VÍF vann grundspælið og vann eisini tryggan sigur í Klaksvík fyri stuttari tíð síðani, men Team Klaksvík vann í Vestmanna fyrr í ár, so hóast VÍF helst er favorittur, so hevur Team Klaksvík roynt at vunnið móti vestmenningum.
Dysturin í Badmintonhøllini byrjar kl. 18.30.



