VÍF vitjar í Klaksvík.
Kappingarárið í hondbólti nærkast endanum. Í dag spælir Team Klaksvík sín seinasta dyst hetta kappingarárið, tá VÍF vitjar. Team Klaksvík hevur havt sítt besta kappingarár í fleiri ár, men ein røð av tapum seinastu tíðina hevur gjørt, at tey 14 stigini ikki røkka til nakað pláss frammanfyri tað aftasta. StÍF hevur á 5. plássi 15 stig, KÍF hevur 14 stig og eisini við 14 stigum men verri málmuni liggur Team Klaksvík. KÍF hevur ongan dyst eftir, meðan StÍF møtir oddaliðnum H71 í kvøld. Tí kann ein sigur til Team Klaksvík flyta liðið tvey pláss upp.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll í kvøld byrjar kl. 18.00.


