Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík spælt tveir venjingardystir

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur verið bæði á Skála og í Vestmanna og spælt venjingardystir seinastu vikuna.

Seinasta mikukvøld spældu STÍF og Team Klaksvík ein venjingardyst á Skála. Spælt bleiv 3 x 20 minuttir. STÍF vann samanlagt 28-20. Í gjár spældi Team Klaksvík í Vestmanna, har VÍF vann 38-26. Til hendan seinna dystin manglaðu fleiri leikarar, og Zarko Pejovic er ikki komin til landið enn.

Nýggi leikarin Igor Petrikeev hevur roynst væl hesar dystirnar hóast, at hann vegna smáskaða ikki hevur leikt allar minuttirnar.