Norðlýsið fylgdi dystinum beinleiðis í Klaksvíkar Badmintonhøll millum Team Klaksvík og STÍF.
Norðlýsið fylgir dystinum í Klaksvíkar Badmintonhøll millum Team Klaksvík og STÍF.
Team Klaksvík (TK) byrjar við hesum leikarum: Borisa Eksic, Andrias Ellingsgaard, Beinur Heðinsson, Zarko pejovic, Sámal á T. olsen, Vilhelm Vilhelmsen og Dánjal Kjærbø.
Hjá STÍF er Sveinur Justinussen ikki við, men Marius Joensen er tøkur og byrjar.
2 min.: 1-0 til STÍF. Marius Joensen skeyt fyrsta málið.
4 min.: 2-1 til STÍF. Zarko skeyt fyrsta málið hjá Team Klaksvík.
7 min.: 5-3 til STÍF. Steinar Prestá, ið avloysir Svein Justinussen, hevur skorað tvey mál fyrstu løtuna og spælt væl.
9 min.: 5-3 framvegis. Levi Nybo hevur tikið fleiri góð skot og er munurin higartil
11 min.: 6-3 til STÍF. Steinar Prestá aftur.
14 min.: Sámal á T. Olsen til 6-5 til STÍF.
15 min.: 6-6 Sámal aftur.
16 min.: Beinur leggur TK á odda 7-6.
Borisa í TK málinum hevur havt nakrar einstakar framúr bjargingar.
19 min.: 10-8 til TK. Beinur og Vilhelm við teimum báðum seinastu málunum.
21 min.: 11-9 til TK. Zarko við seinasta málinum.
24 min.: 11-11. Leivur Justinussen við útjavnandi málinum.
25 min.: 12-11 til TK. Zarko legði TK aftur á odda.
27 min.: 13-11. Sámal.
Hálvleikur: STÍF kom uppá javnleik 13-13 tá 10 sekund vóru eftir. Men Borisa kasta skjótt út. Heri spældi til Zarko, ið fann Vilhelm púra leysan og hann skoraði til hálvleiksstøðuna 14-13 til Team Klaksvík.
Sum heild ein javnur og spennandi hálvleikur, har ein sær greitt, at Team Klaksvík væl kann spæla við. Borisa hevur staðið væl í málinum og tikið fleiri opnar møguleikar. Levi Nybo byrjaði væl í málinum hjá STÍF, men um miðjan hálvleik fór hann út og síðani hevur Team Klaksvík havt lættari við at skora. Dysturin sær út til at blíva spennandi.
32 min.: 15-14. Zarko og Steinar hava skorað í seinna hálvleiki.
35 min.: Sera rótut og nógv mistøk í løtuni. Zarko legði TK júst á odda 16-15.
38 min.: 18-16 Andrias Ellingsgaard.
40 min.: Zarko hevur fingið tvær útvísingar í seinna hálvleiki. 18-18 nú.
42 min.: Team Klaksvík leikararnar gera feilir og fáa útvísingar, meðan STÍF halda høvdið kalt. STÍF fekk leiðsluna nú. 18-19 er støðan.
44 min.: 19-19 Sámal. TK eru aftur fullmannaðir.
47 min.: 20-20 Sámal aftur, sum í løtuni er eyðsýndur.
48 min.: 20-21. Leivur
49 min.: 21-21 Zarko við brotskasti. Tað gongur framvegis sera javnt á.
50 min.: 21-22 Leivur aftur. Hann er vælleikandi á vinstra bakki í seinna hálvleiki.
53 min.: Dánjal til 22-22
54 min.: 22-23 Steinar
Tað tykist sum STÍF hevur marginalarnar við sær seinastu løtuna og allatíðina fær leiðsluna.
57 min.: 22-24 sera avgerandi mál.
57 min.: Zarko til 23-24
58 min.: Time out. 23-24. Spurningurin er, hvør heldur høvdið kalt seinastu tveir minuttirnar. TK eigur álop. STÍF hevur havt munin seinastu 10 minuttirnar.
58 min. Sámal til 24-24
59 min.: 24-25 Leivur.
Liðugt: 24-25
Tað bleiv STÍF sum vann javna dystin. Tað var eisini gongdin seinasta korterið, har strandingar allatíðina høvdu munin, tá tað ikki var javnleikur.
Sum heild kann sigast, at ein annar munur var, at leikararnir á Team Klaksvík liðinum høvdu munandi størri fokus á dómaran enn STÍF og hetta hevði møguliga eina neiliga ávirkan. Tað vóru eisini nakrar sera avgerandi útvísingar í seinna hálvleiki, ið vendu dystinum. Men tað skal sigast, at Team Klaksvík leikti sín mest spennandi dyst í ár og skoraði Sámal á T. Olsen í seinasta skotinum, so endaði tað við javnleiki. Hjá STÍF var Leivur Justinussen sera avgerandi í seinna hálvleiki og tók veruliga ábyrgd, nú beiggin Sveinur ikki var við.
Hjá Team Klakvsík vóru Zarko Pejovic og Sámal á T. Olsen stóru leikararnir við ávíkavist 9 og 7 málum. Beinur Heðinsson 3, Dánjal Kjærno 2, Vilhelm Vilhelmsen 2 og Andrias Ellingshaard 1.
Hjá STÍF skeyt Leivur Justinussen 7 mál og Steinar Prestá 6.




