Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík-STÍF fríggjakvøldið í Klaksvík

Jákup Ósá

Fríggjakvøldið verður dystur í Klaksvíkar Badmintonhøll millum Team Klaksvík og STÍF. 

STÍF hevur vunnið 4 dystir á rað í Atlantis Airways kappingini og eru tí sera væl fyri í løtuni. Men allir dystirnir eru vunnir á heimavølli. Fyrr í kappingarárinum leiktu liðini í Klaksvík og tá leikaði rættuliga javnt á stóran part av dystinum, har STÍF í endanum avgjørdi.

Hjá Team Klaksvík verður Dánjal Kjærbo ikki við vegna skaða. Zarko Pejovic og Jens Pauli Mohr hava havt skaðar at drigist við, men teir væntast at blíva klárir. Og so er tað nýggi leikarin Dusko Petrusic. Arbeitt verður við at fáa hansara loyvir uppá pláss áðrenn dystin og í kvøld segði Heri Johnsson, formaður í Team Klaksvík, at teir vóna at fáa arbeiðsloyvið uppá pláss í morgin.

Dysturin byrjar kl. 20.00.

Harleywoodpaint