Útsetti dysturin í bestu mansdeildini í hondbólti verður leiktur fríggjakvøldið.
Dysturin skuldi av røttum vera leiktur fyrst í januar, men tá lak so illa í Badmintonhøllini, at tað ikki var spælandi. Nú hvørgan av liðunum eru í steypafinaluni, so er dysturin settur at spælast fríggjakvøldið. STÍF spældi mánakvøldið eina sera spennandi hálvfinalu móti KÍF, har strandingar mistu á stokkinum og taptu uppá færri mál á útivølli. STÍF liggur so mikið væl fyri, eftir eina trupla byrjan, í landskappingini, at teir við einum sigri her bara vera 2 stig aftanfyri VÍF á 2. plássi. Tískil hava teir alt at spæla fyri umframt at vónbrotið mánakvøldið skal vaskast burtur. Hjá Team Klaksvík er Zarko Pejovic ikki við meira, nú hann hevur skift til VÍF. Hann hevur verið ein týdningarmikil leikari, men nú verður møguleikin hjá onkrum øðrum at vísa seg, ið ikki hevur fingið so nógva spælitíð í ár. Team Klaksvík stendur seg vanliga væl á heimavølli í mun til stigatalvuna og tapir sjáldan stórt, hóast liðið er aftast við 4 stigum. Spennandi verður at síggja, um hetta heldur fram.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar kl. 19.30.




