Team Klaksvík tapti greitt móti H71 á heimavølli í kvøld.
Team Klaksvík tapti greitt móti H71 á heimavølli í kvøld.
H71 avgjørdi dystin longu í fyrra hálvleiki. Støðan í hálvleikinum var 18-8 til H71. Í seinna hálvleiki kom Team Klaksvík fyri seg og hesin hálvleikurin endaði við javnleiki 11-11. Endaliga støðan gjørdist 29-19 til H71.
Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Sámal á T. Olsen við 6 málum. Hjá H71 skeyt Hjalti Bachman somuleiðis 6 mál.




