Dysturin verður leygardagin 7. juni kl. 13.30.
Team Klaksvík tekur ímóti føroyameistarunum á Norðoyastevnu
Leygardagin á Norðoyastevnu, 07. juni, tekur 1. deild hjá Team Klaksvík ímóti føroyameistarunum í føroyskum manshondbólti, nevniliga sjálvum Atlantic Airways liðnum hjá Neistanum.
Sum kunnugt, so er Jarvin F. Hansen, ið var hjálparvenjari hjá Neistanum undanfarna kappingarár, júst settur sum høvuðsvenjari hjá Team Klaksvík, og tað er í hesum sambandi, at feløgini hava avtala ein vinar- og stevnudyst.
Dysturin verður, sum nevnt, leygardagin 07. juni kl. 13:30 í Badmintonhøllini.
Undir dystinum verða lutaseðlar seldir og vinningurin er eitt atgongumerki til Summarfestivalin.




