Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík úti av steypakappingini

Jákup Ósá

Úrslitið í Havn gjørdi, at Team Klaksvík heldur ikki hevði komið víðari við sigri á Skála.

Seinasta umfar í bólkaspælinum í steypakappingini var mikukvøldið. StÍF legði út sum eitt ódnarveður og leingi sá út til, at teir høvdu ein møguleika at vinna við minst 18 málum, sum kravið til teir var. Støðan í hálvleikinum var 18-11. Munurin helt sær og øktist spakuliga í seinna hálvleiki. Endaliga úrslitið gjørdist 35-24 til StÍF. Í hinum dystinum vann H71 20-18 móti Kyndil og tað úrslitið gjørdi, at H71 vann bólkin, meðan Kyndil bleiv nummar tvey.

Toppskjútti hjá StÍF var Jógvan G. Joensen við 9 málum. Bogdan Florea skeyt 10 mál fyri Team Klaksvík, meðan Vilhelm Vilhelmsen skoraði 6 mál.

Harleyfacadeacryl