Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík væl fyri í Vestmanna í dag

Jákup Ósá

Spældu tríggjar dystir móti teimum báðum bestu liðunum í fjør.

Spældu tríggjar dystir móti teimum báðum bestu liðunum í fjør.

Í dag var venjingarkapping í Vestmanna millum nøkur av hondbóltsfeløgunum í bestu deildini. Team Klaksvík luttók og spældi tríggjar dystir. Dystirnir vóru leiktir á 2X20 minuttir. Fyrsti dystur var móti VÍF. Tann dystin vann VÍF 23-15. Síðani spældi Team klaksvík móti meistarunum úr KÍF. Har vann Team Klaksvík 24-20. Í hesum dystinum kann nevnast, at nýggi Team Klaksvík málverjin Dragan Kondic hevði eitt bjargingar prosent á 52%, sum fólk á staðnum hevði upptalt, fáa vit upplýst úr Vestmanna. Seinasti dysturin hjá Team Klaksvík var móti sama VÍF liðnum, sum spældi fyrsta dystin. Tá vann Team Klaksvík 24-22. Hendan seinasta dystin spældu fleiri av teimum, sum vanliga sita uttanfyri.

Sagt verður úr Vestmanna, at málini blivu javnt býtt út á nógvar leikarar hjá Team Klaksvík og at tað tí ikki var nakar greiður toppskjútti.