Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík vann á útivølli

Jákup Ósá

Team Klaksvík var á odda allan vegin og vann at enda tepran sigur í Havn móti Neistanum.

Team Klaksvík hevur fleiri ferðir á heimavølli prógvað, at liðið á einum góðum degi kann spæla upp ímóti teimum flestu. Men á útivølli hevur hinvegin ikki gingið eins væl, har liðið sum oftasta hevur tapt stórt. Tí var Neistin greiður favorittur, tá liðini møttust leygarkvøldið.

Team Klaksvík var á odda 16-14 í hálvleikinum. Og ímun til nógvar aðrar dystir, so helt liðið stand í seinna hálvleiki. Klaksvíkingar vóru allatíðina frammanfyri við einum, tveimum ella trimum málum. Tá 60 minuttir vóru leiktir, hevði Team Klaksvík vunnið 30-29. Sostatt vann felagið ein av sínum sjáldsamu sigrum á útivølli.

Málskjúttar hjá Team Klaksvík:Igor Petrikeev 9, Zarko Pejovic 7, Martin Ritto 4, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Dánjal Kjærbo 3, Jacob Joensen 2, Andrias Ellingsgaard 2



Mynd: Álvur Haraldsen