Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík vann fyrsta stigið

Jákup Ósá

Í dag spældi Team Klaksvík í Vestmanna.

Team Klaksvík hevur í ár eitt nýtt ungt lið, sum hevur havt tað torført hetta kappingarárið við fleiri stórtapum. Onkrir javnari dystir hava verið, men í dag bragdaði við stigi. Í Vestmanna bleiv talan um ein spennandi dyst, har Team Klaksvík var á odda stóran part av seinna hálvleiki. VÍF kom aftur og fekk móti endanum eina leiðslu á tvey mál. Men Team Klaksvík kom aftur og javnaði í síðstu sekundunum til 26-26.

Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Páll Muller (10), Jónas Sólsker (9), Dávid Heinesen (3), Sonni Knudsen, Boris Ristovski, Beinir Johannesen og Jan Eli Ragnarsson.