Nú er tað so endaliga staðfest, at Bogdan Florea spælir við Team Klaksvík komandi kappingarár.
Á myndini síggja vit Bogdan Florea saman við Kristiani Andreasen, sum hevur ábyrgd av besta liðnum hjá Team Klaksvík, eftir at skiftið var alment. Bogdan Florea er vinstri bakkur og hevur seinastu árini verið millum mest eyðsýndu leikararnar í føroysku kappingini. Umframt hann, so hevur Team Klaksvík eisini gjørt avtalu við Dusko Petrusic, sum royndist væl í seinastu dystunum í fjør hjá Team Klaksvík.
Mynd: Team Klaksvík




