Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík verður harðast revsað

Jákup Ósá

Hondbóltshagtøl: Dómararnir hava ikki verið blíðir móti Team Klaksvík fyrstu 14 umførini i landskappingini.

Hondbóltshagtøl: Dómararnir hava ikki verið blíðir móti Team Klaksvík fyrstu 14 umførini i landskappingini.

Tað er Ásbjørn N. Nattestad, sum stendur fyri hagtølunum í bestu deildini hjá monnum og kvinnum.

Tá vit koma til toppskjúttarnar, so eigur VÍF teir ovastu hjá bæði kvinnum og monnum.

Toppskjúttar, kvinnur

1. Liljan Djurhuus 104 mál

2. Durita C. Jojic 95 mál

3. Gintare Butkeviciute 85 mál

4. Milica Rankovic 82 mál

5. Agnas Olsen 80 mál

Toppskjúttar, menn

1. Filip Jojic 116 mál

2. Hans Eli Sigurbjørnsson 82 mál

3. Bogdan Florea 80 mál

4. David Edvardsen 77 mál

5. Kjartan Johansen 75 mál

Toppskjúttar, Team Klaksvík:

1. Bogdan Florea 82 mál

2. Dusko Petrusic 64 mál

3. Sámal á T. Olsen 57 mál

Team Klaksvík og Andrias eru óskikkiligast

Team Klaksvík er tað liðið, sum hevur verið óskikkiligast í landskappingini higartil. 52 ferðir eru leikarar hjá Team Klaksvík sendir út í tveir minuttir og tað er tað mesta av øllum liðunum. Oddaliðið VÍF er beint aftanfyri við 50 útvísingum, men hevur færri ávaringar og einki reytt kort ímun til eina reyða kortið hjá Team Klaksvík.

Óskikkiligasti leikarin hjá Team Klaksvík er liðskiparin og stríðsmaðurin Andrias Ellingsgaard. 14 ferðir hevur hann fingið eina útvísing. Næst honum koma Frank B. Askildsen úr Kyndli (12), Hans Arni B. Thomsen úr Kyndli (10) og Heini Hanusarsson úr VÍF(10).

Hjá kvinnunum hevur VB skikkað sær ringast. Sí annar myndir niðriundir.