Í dystinum í kvøld vann Team Klaksvík á Kyndli
32 -28.
Team Klaksvík spældi ein góðan dyst í Havn í kvøld og høvdu leiðsluna allan dystin. Fríðin Ziskason var toppskorari við 10 málum; harav vóru 7 brotsspørk. Málmenninir, Jákup Mikkelsen og Sylvan Jakobsen stóðu ein branndyst. Jákup bjargaði m.a. 5 brotsspørkum, og Sylvan tók fleiri týðandi skotroyndir við endan á dystinum.
Næsti dysturin í steypakappingini hjá Team Klaksvík verður, tá teir møta besta liðinum hjá Neistanum, sum liggur millum topp fýra í Atlantic Airways kappingini.




