Myndir og dómaraseðil er viðheftur í greinini.
Vit fylgja ársins fyrsta heimadysti hjá Team Klaksvík, sum fær vitjan av meistarunum úr VÍF.
Dómaraseðilin er viðheftur og har sást, hvørjir spæla í kvøld. Hjá báðum liðunum eru fleiri nýggir leikarar ímun til teir, ið spældu í fjør.
2 min.: Andrias Eriksen skoraði ársins fyrsta mál hjá VÍF. 1-0 til VÍF.
5 min.: 2-1 til VÍF. Rasmus í Team Klaksvík (TK) málinum hevur havt tvær fínar bjargingar fyrstu løtuna.
8 min.: Julian Olsen til 3-1 til VÍF
9 min.: Hanus Norðberg til 3-2
11 min.: 5-3 til VÍF. TK í álopi.
13 min.: Andrias Eriksen til 6-3 til VÍF. Hanus skorar síðani til 6-4 til VÍF.
16 min.: Finnur Hansson til 5-7. Hanus Christophersen til 5-8
17 min.: Vilhelm og Julian hava skorað hvør sítt mál. 6-9
21 min.: Hanus til 7-9
22 min.: TK kundi havt minkað til 8-9, men Mladen stórbjargaði. TK í álopi.
25 min.: Filip Jojic til 7-11
26 min.: Finnur til 8-11
26 min.: Filip til 8-12
27 min.: Petur Martin Eliasen til 9-12. Filip til 9-13
28 min.: Djumic til 9-14
Hálvleikur: 9-14
VÍF vann sær eina trygga leiðslu seinasta partin av hálvleikinum. Serliga Filip Jojic var avgerandi hesa løtuna og skeyt fleiri mál. Burtursæð frá Filip tykist ikki vera so stórur munur á liðunum enn.
31 min.: 9-15
33 min.: Hanus Christophersen til 9-16.
37 min.: Hanus aftur og so er 9-17 og TK tekur time out. Nú tykist dysturin avgjørdur.
43 min.: 21-11 til VÍF
53 min.: 23-13 til VÍF
58 min.: 15-24. TK hevur víst got verjuspæl seinastu løtuna eftir eitt time out, sum helst hjálpti væl.
Liðugt: 16-26
Team Klaksvík megnaði at fylgja við ein part av dystinum, men seinastu løtuna í fyrra hálvleiki og serliga fyrst í seinna hálvleiki var munur á liðunum, har Team Klaksvík ikki megnaði at fylgja við leikferðini. Dómaraseðilin er viðheftur.