Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík-VÍF 27-33

Jákup Ósá

Tað var ein spennandi dystur heilt fram til 4 minuttir vóru eftir, tá Team Klaksvík og VÍF spældu í kvøld. Við toppskjúttum.

Her ber til at fylgja dystinum í Klaksvík millum Team Klaksvík og VÍF beinleiðis.

Tað sær út sum, at bæði liðini hava flestu leikararnar tøkar. Hjá VÍF er Filip Jojic við. Dómarar vera Daniel Rapa og Ragnar Simonsen. Hjá Team Klaksvík byrja hesir: Eli Gærdum, Jens Pauli Mohr, Igor Petrikeev, Zarko Pejevic, Sámal á T. Olsen, Jákup Joensen og Andrias Ellingsgaard.
1 min.: Igor Petrikeev til 1-0 til Team Klaksvík (TK)
3 min.: 1-1 Sámal J. Djurhuus
5 min.: Andrias Eriksen til 1-2. Annars kann sigast, at Filip Jojic ikki er á vøllinum frá byrjan.
6 min.: Sámal J. Djurhuus til 1-3. Hann kemur bara inn í álopinum og tykist væl upplagdur. Beint aftaná skorar Andrias Ellingsgaard til 2-3.
7 min.: Igor til 3-3
8 min.: Agnar Joensen til 3-4 eftir skjótálop
11 min.: Sámal á T. Olsen til 4-4
12 min.: Jens Pauli Mohr til 5-4. Samstundis biður VÍF um time out.
13 min.: Eftir time out er Filip Jojic komin inn og hann smekkar bóltin í málið beinanvegin. Í álopinum aftaná skorar Vilhelm Vilhelmsen til 6-6.
14 min.: Andrias Ellingsgaard til 7-5
16 min.: Nú er støðan 9-6 til TK.
17 min.: Filip til 9-7.
19 min.: Filip til 9-8. Team Klaksvík skiftur nú meir út og m.a. kemur Niclas Niclasen inn í verjuni fyri Igor Petrikeev. Filip hevur fingið VÍF næstan aftur á javnt.
21 min.: Vilhelm Vilhelmsen til 10-8
23 min.: Zarko til 11-8. Góður hálvleikur av heimaliðinum higartil. Løtu seinni er 11-9.
24 min.: Nú er Áki Egilsnes farin at mansuppdekka Zarko Pejovic. 11-10 nú. Team Klaksvík tekur time out.
25 min.: VÍF málverjin Niclas Simonsen ger yvirtrakk, ið dómarin ikki sær. Áki Egilsnes fer í álop og javnar til 11-11. Løtu seinni skorar Martin Ritto til 12-11 og so aftur Igor Petrikeev til 13-11.
27 min.: Sámal Joensen til 13-12
28 min.: Julian Olsen til 13-13. Igor skorar í álopinum eftir til 14-13.
30 min.: Sámal Joensen skoraði seinasta málið til 14-14, ið er hálvleiksstøðan. Team Klaksvík hevur fyri tað mesta havt leiðsluna, men VÍF eru hvørja ferð komnir aftur. VÍF hevur serliga í álopspartinum skift meira út og tað kann fara at vísa seg at vera avgerandi í seinasta enda. Serliga tá Team Klaksvík hevði harðan dyst týskvøldið. Hjá Team Klaksvík er Zarko Pejovic blivin mansuppdekkaður seinastu 6 minuttirnar og tað hevur órógvað álopspartin.
32 min.: Áki Egilsnes til 14-15
34 min.: Igor til 15-15
34 min.: Agnar Joensen skorar til 15-17 eftir skjótálop. Men í álopinum eftir minkar Sámal á T. Olsen til 16-17.
36 min.: Andrias Ellingsgaard fer hart útí Áka Egilsnes, ið fær ein stoyt í andlitið. Áki verður hjálptur av vøllinum, men eingin útvísing.
37 min.: Filip til 16-18.
38 min.: Sámal á T. olsen til 17-18
39 min.: Sámal javnar til 18-18
41 min.: Filip og Jens Pauli hava skorað. 19-19. Løtu seinni skorar VÍF til 19-20.
42 min.: Filip til 19-21
43 min.: Filip til 19-22. Nú dregur VÍF frá og álopsspælið hjá TK er steðgað upp.
45 min.: Dysturin sær út til at blíva avgjørdur hesa løtuna. Agnar økti til 19-23 og VÍF er í álopi.
46 min.: Tað er Filip Jojic sum aftur skorar. hann sær út til at blíva avgerandi munurin, tí hann hevur skorað nærum øll málini hesa løtuna, tá VÍF hevur fingið sær tryggu leiðsluna. TK tekur time out nú.
49 min.: 21-26. Tað sær ikki út til at koma spenningur í aftur fyribils. Heldur hevur VÍF hug at økja. 
50 min.: Agnar til 21-27
52 min.: So er munurin minkaður nakað. 24-27 nú.
54 min.: Zarko Pejovic til 25-28
56 min.: Sámal á T. olsen til 27-30. Dysturin er framvegis ikki avgjørdur.
56 min.: Zarko hevði møguleikan at minka til 28-30 við brotskasti, men Niclas Simonsen bjargaði.
VÍF tekur time out
58 min.: 27-31 og nú er dysturin endaliga avgjørdur.
Liðugt: Áki Egilsnes skoraði seinasta málið í dystinum til 27-33. Tá 4 minuttir vóru eftir hevði Team Klaksvík tvær ferðir møguleikan at minka til mál, men tað eydnaðist ikki og so avgjørdi VÍF seinastu løtuna. VÍF hevði munin allan seinna hálvleik og breiddin tóktist eisini vera avgerandi, tí VÍF hevði nógvar leikarar, sum slerdu til og skoraðu. Tað var tó Filip Jojic, sum var stóri leikarin í seinna hálvleiki.
Málskjúttar hjá Team Klaksvík: Sámal á T. Olsen 6, Igor Petrikeev 6, Martin Ritto 3, Zarko Pejovic 3, Jákup Joensen 2, Jens Pauli Mohr 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Andrias Ellingsgaard 2 og Dánjal Kjærbo 1.
Málskjúttar hjá VÍF:Filip Jojic 11, Áki Egilsnes 6, Agnar Joensen 6, Sámal Joensen 4, Julian Olsen 2, Sámal J. Djurhuus 2 og Andrias Eriksen 1