Sæð við barnaeygum, vildi eg helst gingið í einum skúla, har mínir javnaldrar vóru. At ikki øll rúmast í sama flokki, skilja sjálvt sjey ára gomul børn. Men ikki hví tey verða býtt í tveir ymiskar skúlar, sum liggja uppat hvørjum øðrum. Í skúlanum er so nógv, sum allur árgangurin kundi verið saman um. Morgunsangur, fríkorter, renning, jólahugni, føstulávint, útidagar og felags tiltøk. Og so allur skúlagarðurin! Í dag er ferðsla eftir skúlavegnum og um dagin fylla bilarnir økið og lærarar standa á varðhaldi, soleiðis at javngomul børn í býnum ikki leita út um mark fyri at práta og spæla saman.
Sæð við barnaeygum, vildi eg helst gingið í einum skúla, har mínir javnaldrar vóru. At ikki øll rúmast í sama flokki, skilja sjálvt sjey ára gomul børn. Men ikki hví tey verða býtt í tveir ymiskar skúlar, sum liggja uppat hvørjum øðrum. Í skúlanum er so nógv, sum allur árgangurin kundi verið saman um. Morgunsangur, fríkorter, renning, jólahugni, føstulávint, útidagar og felags tiltøk. Og so allur skúlagarðurin! Í dag er ferðsla eftir skúlavegnum og um dagin fylla bilarnir økið og lærarar standa á varðhaldi, soleiðis at javngomul børn í býnum ikki leita út um mark fyri at práta og spæla saman.
Sæð við foreldraeygum skilji eg als ikki, at tað ber til at sundurskilja børnini í tveir sjálvstøðugar skúlar, sum næstan eru undir sama taki. Eg vil, at míni børn fáa somu tilboð og treytir, sum øll hini í kommununi. At óansæð hvar í býnum eg búgvi, so skal eg kenna meg vissan í, at mítt barn gongur í einum góðum og rúmligum skúla, sum setir trivnað og undirvísing í hásæti. At eg og grannin kunnu senda børnini í sama skúla. Ikki at Skúlin á Ziskatrøð og Ósaskúlin skulu vigast upp ímóti hvørjum øðrum. Og heldur ikki, at tað á hvørjum ári skal vera eitt stríð um skúlabørnini og býtið av flokkum. At foreldur koma í ta støðu at eiga børn í báðum skúlunum. Og tey skulu møta upp til fundir og fyrilestrar báðumegin Skúlavegin, stilla upp til tvey skúlastýri og hanga tímatalvur við ymiskum klokkutíðum og frídøgum á køliskápið.
Sæð við foreldraeygum skulu øll skúlabørnini frá 1. flokki hava somu karmar og møguleikar í skúlanum. Annars má tað vera foreldrunum frítt at velja skúla.
Sæð við læraraeygum eru tað avgjørdir fyrimunir, at nógv børn eru í sama árgangi. Tað gevur góðan møguleika fyri felagsundirvísing, toymisarbeiði og tvørfakligum samstarvi. Skúlin gerst meira fjølbroyttur og børnini fáa í størri mun lærarar, sum eru dugnaligari til sítt fak. Lættari er at skipa valbólkar, tá ið næmingarnir skulu velja skapandi lærugreinar so sum tónleik, myndlist, sjómansskap, miðlar, leiklist ella íverksetan. Sum heild fær skúlin nógv størri gleði av kunnleikanum, kreativitetinum, námsfrøðini og fakligheitini hjá lærarunum. Møguleikar skuldu verið fyri góðum og fjølbroyttum samstarvi millum mongu starvsfelagarnar. Undir somu fortreytum at lagt lunnar fyri einum mennandi og kveikjandi arbeiðsplássi.
Sæð við leiðslueygum er ein felagsskúli við tveimum ella fleiri deildum tað rættasta. Í øllum førum hjá tí visionera stjóranum, sum ynskir at skúlin skal geva veruligan samfelagsíblástur og búgva lokaløkið út til framtíðina.
Útfrá føðitølum og framrokningum av árgangum, kanst tú sum leiðsla planleggja allan skúlan, skapa teir bestu karmarnar, leggja tímatalvuna , býta upp í skúlaklassar, finna lærarar, keypa inn tilfar, skipa serundirvísingina, bjóða út vallærugreinar og stimbra ta bestu undirvísinga á staðnum.
Tú veitst hvørji felagshølir skúlin ræður yvir og hvørji serlærarar eru til taks. Av somu orsøk gerst tað lættari at finna loysnir til børn, sum hava eyka tørv ella serligar avbjóðingar fyri neyðuni. Klaksvíkar Skúli kundi virkað í samstarvi við heimini og politiska myndugleika í býnum og verið ein sterk faklig og námsfrøðilig harmonisk vælvirkandi eind. Tað hevði eisini verið í góðum samsvari við ta visión, at Klaksvík í hesum døgum bjóðar seg fram at verða ein lestrar og útbúgvingarbýur.
Sæð við politkaraeygum er skúlasamanlegging einasta gongda leið. Tað er væl ódýrari og hevur allar stórdriftsfyrimunir. At kunna bjóða øllum borgarum eitt einsljóðandi gott og væl fyriskipað skúlatilboð, er tað ið flest allir politikarar vilja. Politikarin eigur ábyrgdina av, at útbyggingar og innkeyp koma øllum skúlabørnunum til góða. Í eini innanhýsis kapping millum Ósaskúlan og Skúlan á Ziskatrøð gjalda børnini og skattaborgarin prísin. Í framtíðini skulu skúlafólk standa saman um ein sterkan og væl grundaðan felagsskúla í Klaksvík, sum sær møguleikarnar hjá tí einstaka skúlabarninum frá fyrsta til síðsta skúladag.
Sæð við politikaraeygum má talan verða um eina nýggja visón og uppbyggjandi skúlapolitikk í Klaksvík. Har skúlabygnaðurin er prógv í sær sjálvum. At vit aftur fara at hugsað yvirskipað í skúlahøpi. At mentanin, ítrótturin og lokal samfelagsmenning gerast partur av Klaksvíkar Skúla. At útbyggingar við felagshøll, autotorium, tónleikastovu, stórkøki, kantinu, serhølum, fríøki og skúlagarði er ætlað øllum borgarum. At øll mennandi undirvísing, tilboð, valgreinir, serhølir og amboð koma øllum næmingunum til góða.
Sæð við góðum politikaraeygum, so er alt ov nógv dýrabær tíð farin til at gera tveimum pørtum til vildar. Nógv togan aftur og fram og fundarvirksemi við tvey ymiskt hugsandi skúlastýri, tvær ósamdar skúlaleiðslur, við ófrávíkilig lærarafólk, sum í skrift og talu vilja verja sín skúla og sítt arbeiðspláss, sum skuldi hetta verið teirra privata ogn.
Sæð við landspolitiskum eygum, so eru pengar, arbeiði og lønir at spara í einum betri samanløgdum skúla. Men allarmest vil ein felagsskúli í Klaksvík verða eitt betri fakligt og námsfrøðiligt tilboð til allar norðoyingar. Um tveir skúlar upprunaliga útloystu fleiri læraralønir til Klaksvíkar, hevur hesin peningur eisini kostað kommunukassanum dýrt í drúgvum fundarvirksemi, í feilíløgum innan skúlaverkið, í manglandi skúlatilboðum, í túsundtals arkitekttímar, í ivasomum skúlaætlanum, í nýggjum bygningum, ella eisini í broytingaruppskotum og fyribilsloysnum, sum tala fyri seg.
Í optikkinum hjá Mentamálraðnum, er tað hugsandi, at avlopstímar av færri og størri flokkum kunnu nýtast til nýggj og spennandi námsfrøðilig átøk og annað mennandi skúlavirksemi í Klaksvík.
Sæð við borgarareygum verður spurt, hví ongin evnar at skera ígjøgnum við tí mest uppløgdu skúlaloysnini fyri býin. Ráðaloysið kostar býnum nógvar milliónir. Tað vilja altíð vera ymisk sjónarmið. Og tað skal eisini virðast. Men tað hevur verið kjakast í fleiri ár. Óansæð hvussu góðar próvførslurnar eru, so vilja summi fólk ongantíð flyta seg.
Men avgerðina um almenna skúlabygnaðin í Klaksvík skulu politikararnir taka. Teir hava ábyrgdina av, hvussu skattapeningurin verður brúktur og hvussu trivnaðurin skal vera í framtíðini. Øll skúlabygging tekur støðið í familjum, ið frameftir vilja búleikast í Klaksvík og ættarliðum av børnum, sum skulu fáa bestu umstøður at læra og mennast í. Meðan lærarar og skúlastjórar koma og fara.
Tú kanst undrast, hví hugsjónarfullir arbeiðssamir lærarar, ið ikki meta, at teirra skúlin ella gerningur rúmar øllum býlingabørnum í býnum, ikki ístaðin, saman við framtakssinnaðum fólki, stovna frískúla eftir hóskandi leisti. Hóast tað ikki einans eru fyrimunir við privatskúlum, so er hetta eitt viðurkent tilboð, sum er roynt og riggar aðrastaðni í Føroyum. Landið rindar 85 % av lønini. Býráðið hevði kunna ávíst hóskandi hølir, møguliga á verandi skúlaøki, soleiðis at hesi børnini eisini kundi notið nakrar fyrimunir av at verði partur av tí stóra felagsskapinum.
Alternativið til ein áhugaverdan privatskúla í Klaksvík er ein rúmligur og savnandi fólkaskúli. Í dag hava vit tann trupla Skúlavegin, sum skapar skildnað millum børn, lærarar, foreldur, leiðslur, politikarar og borgarar.
Sæð við mínum eygum, er tað sjón fyri søgn. Hóast tað finnast dugnaligir leiðarar og námsfrøðingar, sum á sín hátt grundgeva og síggja fyrimunirnar við smærri skúlum, so heldur próvførslan ikki serliga væl í Klaksvík, har allir næmingarnir og lærararnir frameftir mugu búleikast gátt um gátt. Hevði talan verið um tveir skúlabygningar, ein á vestari armi og hin á eystari armi í Klaksvík, so var støðan øðrvísi.
Tað er ilt at hugsa sær fleiri skúlar í Mikladali ella einans tveir skúlar í Havn, men tað finnast hundrað góðar orsøkir at hava ein samskipaðan skúla Klaksvík.
Hvussu stovur, bygningar, lærarar og fríøki skulu deilast millum teir smærru og størri flokkarnar, hvussu leiðslubygnaðurin og ábyrgdarøkini skulu skipast, eiga verandi stjórar at finna formligar og berandi loysnir til.
Óansæð um tú ert ein Kennedy ella ein Reagan ella bara ein klaksvíksingur, so eiga vit at kunna lesa skriftina á skúlavegginum: Tear down this wall, Jógvan Skorheim!




