Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teimum dámar væl undir Kráarbrekku

(
John Færø)

Fríðborg og Karstin Petersen lata væl at umstøðunum í nýggju íbúð teirra undir Kráarbrekku, har tey nú hava búð í nakrar dagar.

Tey vóru blíð og tíð at koma inn til, Fríðborg og Karstin, tá vit stukku inn á gólvið í spildurnýggju íbúðini hjá teimum báðum undir Kráarbrekku.
Bilurin var ikki meir enn steðgaður á parkeringsplássinum, tá Karstin kom útum og bjóðaði innar til ein kaffimunn.
Ein dóttir var eisini inni, tá vit vitjaðu. Hon var komin norður úr Havn at hjálpa teimum við at flyta.
– Jú, vit hava fingið góða hjálp at flyta, so hetta gekk so skjótt, greiddu tey frá.
– Her er so snotuligt, bæði inni og uttanum.

Nýggja íbúðin hjá Fríðborg og Karstini Petersen liggur rímiliga langt frá húsunum, sum tey frammanundan búðu í.
Húsini, sum tey nú hava selt, liggja við Bumshamarsveg, har ein yngri familja nú er flutt inn.
Men hóast tey eru flutt næstan úr einum enda av býnum í annan, so stúra tey ikki fyri, um tey fara at fella til í nýggja umhvørvinum.
– Vit hava nú sovið her í 4 nætur, og okkum dámar væl her, sigur Karstin, sum eisini er glaður um, at hann nú ikki hevur eini heil hús at halda viðlíka.

Harleyfacadeacryl