Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir bygdu hetta land

Líggjas í Bø

Hans Jakku Fuglø sigur frá einum túri við “Bóndanum” í 1952: Nógv er sagt og skrivað um fiskivinnusøgu Føroya, men tað eru enn økir, sum eru ov illa lýst. Í øllum vinnum henda av og á avgerandi broytingar, sum seta mark ímillum tíðarskeið. At flekiborðini komu umborð á sluppirnar, var ein slík broyting.

Hans Jakku Fuglø sigur frá einum túri við “Bóndanum” í 1952: Nógv er sagt og skrivað um fiskivinnusøgu Føroya, men tað eru enn økir, sum eru ov illa lýst. Í øllum vinnum henda av og á avgerandi broytingar, sum seta mark ímillum tíðarskeið. At flekiborðini komu umborð á sluppirnar, var ein slík broyting.

Fororð

Nógv er sagt og skrivað um fiskivinnusøgu Føroya, men tað eru enn økir, sum eru ov illa lýst. Í øllum vinnum henda av og á avgerandi broytingar, sum seta mark ímillum tíðarskeið. At flekiborðini komu umborð á sluppirnar, var ein slík broyting.

Vit hava hoyrt nógv um, hvønn avgerandi týdning teir nýggjaru trolararnir, sum komu aftaná kríggið, fingu fyri okkara samfelag. Men vit hava kanska hoyrt í minna lagi um, hvussu lívið var umborð. Tað varð gingið 3-skiftisvakt: tú arbeiddi í 12 tímar og hevði so frí í 6 tímar, osfr. Hetta helt á, uttan íhald, frá tí, at túrurin byrjaði, til farið varð at sigla heim. Arbeitt varð dag og nátt, tað var einki, sum æt heilagt, arbeitt varð hvønn sunnudag, skírisdag, langa fríggjadag, 1.páskadag – ja hvønn tann einasta dag. Menn gjørdust sjálvandi lúgvaðir og mistu dagaskilið og fingu ongantíð hvílt seg. Um sætt skal sigast, so var hetta rættiligt trælalív.

Sum steinur oman á byrðu var tað ikki óvanligt “at bróta vakt”, t.v.s. at skiparin kravdi, at teir arbeiddu longri enn teir ásettu 12 tímarnar. Tað, sum teir arbeiddu út um teir 12 tímarnar, stytti tilsvarandi um frívaktina, sum var 6 tímar!! Viðmerkjast skal tó, at teir ongantíð brutu vakt hendan túrin við Jóannesi Patursson.

Í 1957 varð farið yvir til at arbeiða “6 og 6”, og tað var ein minnilig hending í søgu trolaramanna. Tað var heilt eitt annað lív, og hartil avrikaði fólkið meira enn frammanundan, tí her vóru stundir at hvíla og menn vóru væl upplagdir.

Ein túrur við “Jóannesi Patursson” í 1952

Aftaná kríggið var Klakksvík ein býur í rívandi vøkstri. Tað var ein vøkstur, sum hevði sína rót í eini fiskivinnu í menning. Tá var einki, sum æt studningur, og allir menn máttu sjálvir royna at finna sær arbeiði. Gravgangur var um tey bestu arbeiðsplássini, sum vóru tey umborð á nútímans trolarunum.

Tað stóð ein serligur rómur um trolaramenninar. Teir høvdu eitt hart lív, men tað vóru eisini teir, sum vunnu mest av peningi, og sum fyrstir kundu fara undir at byggja sær hús.

Um heystið 1951 keypti Kjølbro “Jóannes Patursson”, sum vanliga varð róptur “Bóndin”, frá upprunaligu eigarunum í Havn. Hans Pauli hjá Mortani førdi trolaran, meðan hoyrdi heima í Havn, og hann helt fram sum skipari.

Hans Jakku Fuglø var trúlovaður við Marjun í Lágbø úr Mikladali; hon ótolnaðist eftir at giftast, men fyrst máttu húsini fáast til vega, og har skuldi peningur til. Og hvar kundi tú skjótast vinna nakað munandi av peningi? Hevði borið til at sloppið við Bóndanum, so hevði verið sloppið, hugsaði Hans Jakku.

Hans Jakku fór heim til Evald Kjølbro privát og pikkaði á dyrnar og segði síni ørindi. Evald segði: “Ert tú ikki sonur Edvard uppi á Laði?” – “jú”. “So skalt tú sleppa við.” Edvard uppi á Laði var ikki hvør sum helst. Tað bar so á, at Hans Pauli var inni hjá Evaldi, tá Hans Jakku kom har, so hetta var leyst og liðugt alt í einum

Her skal sigast frá næsta túrinum – um várið 1952 – sum Hans Jakku var við Bóndanum. Teir gjørdu seg út til og fóru á ein saltfiskatúr undir Íslandi. 36 mans vóru við.

Veðrið var hampuligt, tá ið teir komu til Íslands og kastaðu, men fiskiskapurin var vánaligur. Tá ið teir høvdu roynt eina viku, høvdu teir 20 tons av saltfiski í lastini, og tað hevur skiparin helst ikki verið nøgdur við.

So ein dagin fór skipið at sigla. Eingin visti, hvat ið hann nú ætlaði – kanska flutti hann bara at vita, um tað ikki var frægari onkra aðra staðni. Slíkt bleiv manningin ikki kunnað um.

Tað endaði við, at Bóndin legði at bryggju í Reykjavík.

Boð komu til manningina, at allir menn skuldu koma upp á brúnna og venda sær til fjarritaran. Tá í tíðini var tað eitt krav, at trolararnir skuldu hava fjarritara umborð, og her var tað Pól Sørensen, seinni deknur í Havn, sum var fjarritari.

Íslandstúrur verður

til Grønlandstúr

Nú fáa menn at vita, at skipið skal til Grønlands, og hvør maður skal siga fjarritaranum, hvat honum tørvar meira av útgerð til hesa ferð. Skiparin gjørdi av, at allir skuldu hava nýggjar langar styvlar, og harumframt kundi hvør maður bíleggja tað sum hann hevði tørv á: vøttir, húgvur ella hvat ið tað nú kundi vera. Fjarritarin skrivaði alt upp, og hetta varð so fingið skipshandlaranum, sum síðani útvegaði alt og kom umborð aftur á skipið við allari útgerðini. Kostnaðurin varð so drigin frá hjá hvørjum manni, tá ið túrurin einaferð varð avroknaður. Nakað av provianti varð helst eisini tikið í Reykjavík.

Av Reykjavík lá so leiðin norður á Hvalfjørðin at taka olju, so at allar oljugoymslur vóru fullar, tá leiðin varð løgd vestur um hav. Hetta var fyrr uppá árið, enn vanligt var at fara til Grønlands.

Skiparin gav fjarritaranum tey boð, at hann skuldi ikki tendra sendaran, tí eingin skuldi vita, hvar ið “Jóannes Patursson” var! Bróður skiparans, Kaj, var tann einasti, sum visti um hesar ætlanir hansara.

Menn vóru farnir frá húsum á ein saltfiskatúr á Suðurlandið. Og nú varð so lagt á fjørðin, við kós beint ímóti Kappanum. Tað vóru ikki allir so fegnir um hetta. Edvard í Svínoy var ein av manningini; í Hans Jakku´sa eygum var hann ein eldri maður tá. Tá letur í honum: “Noy, nú dámar mær onki”. Hans Jakku spyr hann, hví hann sigur soleiðis, men hann endurtekur bara tað sama: “Noy, nú dámar mær onki.”

Spurdi ongan til ráðs ..

Hans Pauli segði einaferð, at hann hevði ongantíð spurt nakran til ráðs um, hvat ið hann skuldi gera. Hann tók sjálvur allar neyðugar avgerðir.

Tað er ikki so langt at sigla úr Íslandi vestur á Kappan; veðrið var gott og skjótt sóu vit land. Men tá ið teir nærkaðust Kappanum, rendu teir seg í ís. Har var ein ísbrúgv at síggja, so langt sum eygað rakk, so har var einki at gera uttan at sigla fram við ísbrúnni suður vestur eftir.

Hann var landnyrðingur í ættini og veðrið var hampiligt, men tað vísti seg ongan enda at taka. Um tað vóru 100 ella 200 fjórðingar, teir sigldu suðureftir, minnist Hans Jakku ikki, men tað kendist sera drúgt.

Ein dagin, meðan Hans Jakku hevði róðurtørn, kom ein skvampur og breyt vindeygað á brúnni, har Hans Pauli altíð stóð og hugdi fram ígjøgnum. Sjálv ramman brotnaði, men rúturin var óskalaður. Hans Pauli bað Hans Jakku fara niður í maskinrúmið og royna at fáa vindeygað í rættlag aftur. Hans Jakku so gjørdi, men tá hann skuldi seta tað í á brúnni var tað soleiðis háttað, at tað bar ikki til at draga tað upp og niður. Tað endaði við, at eitt vindeyga við síðuna av bleiv skrúvað frá og sett har, sum Hans Pauli stóð. Hitt nýgjørda vindeygað bleiv so sett fast við síðuna av.

Til endans fóru rivur at síggjast í ísinum, og Hans Pauli var ikki seinur at royna at sleppa sær inn ímillum, har sum glopp var. Har vóru einkult rættiliga stór stykkir at síggja, og tað sá ikki sørt hættisligt út, men tað gekk alt væl.

Komnir vestur um ísin, varð ferð sett á norðureftir; tá ið vit komu norður í Juliannuhåbsvíkina var dýrdarveður. Havið var spegils slætt, og sólin skein, og alt var so vakurt at síggja. Nógv lív sást eisini og tað var ikki langt ímillum, at stórhvalblástur sást omaná. Tað varð ikki steðga á – leiðin lá beint norður á Fyllabank.

Teir kastaðu beinanveg, og har var fiskur at fáa. Har var einki annað skip um vegir.

Men skjótt broyttist veðrið. Hann skifti ætt og kom av landnyrðingi. Lotið lá út frá landi, og tað gjørdist skjótt bítandi kalt. Í Godthåb, sum liggur beint innanfyri, máldu tey 36 kuldastig! Hetta veðrið helt sær í heilar 14 dagar, og hetta er ivaleyst stórsti kuldi, sum føroyskir fiskimenn nakrantíð hava arbeitt í í so langa tíð.

Arbeiðslagið umborð

Arbeiðsgongdin á dekkinum var skipað soleiðis, at har var trískiftisvakt: tvær vaktir arbeiddu á dekkinum, meðan tann triðja vaktin hevði frí.

Arbeiðstíðin á dekkinum var 12 tímar, frívaktin var 6 tímar. Frá tí, at fiskiskapurin byrjaði, til hann endaði, varð fiskað bæði dag og nátt, allar dagar, bæði gerandis og heilagt; tað varð ongantíð lagt stilt.

Menn vóru altíð túraðir. Frívaktin var 6 tímar, men har skuldi mattíð burturav. Tað vóru ongantíð stundir at hvíla seg, menn mistu dagaskilið og vóru illa upp lagdir, og sum frá leið kom sjálvandi minni burturúr.

Tá ið so hesin kuldin kom afturat, gjørdist alt sera tvørligt, og sannleikin er, at hetta var eitt ótolandi lív, sum sanniliga kravdi sínar menn.

Tvørleikar av ísi

Í messuni, har sum skaffað varð, var frost á vegginum. Tvey kúgveygu vóru har, eitt í hvørjum borði, bæði vóru huld av ísi. Hetta stóð við, so leingi sum kuldin var.

Veðrið var tíbetur gott annars, men kortini klakaði alt skipið, uppi á hvalabakinum var alt heilt, upp á gelendaran. Tjúkt av ísi hekk uppi á stevninum har frammi, og stákið var tjúkt av ísi. Ísur var á rigningunum, á bummum og mastrum, davidum, jollum og bátadekki, tað var ísur um alt skipið. Á aðrari skipssíðuni lá ein 12 tumma skón av ísi, og allur yvirbygningurin var huldur í ísi. Tað var bara eitt glopp í, og tað var gluggin, har skiparin stóð og stakk høvdið út ígjøgnum! Hann var opin, og tað var einasta holið, sum tað sást út ígjøgnum!

Í bókini “Jól á Halanum” sigur Hans Pauli:

“Tað skuldu harðir hálsar til at arbeiða fisk og trol á einum trolaradekki í nógvum minusstigum. Serliga pínufult bleiv, tá vindurin vaks í nógvum kulda. Heglingurin kundi fáa andlitini upp at bløða.

Stundum var so sjaskut og kalt, at sjógvur og klaki fingu alt skipið til at ísa yvir. Tá kundi rættiligur vandi verða á ferð. Vit máttu onkra hendinga ferð gevast at fiska og seta alla manningina til at bróta ís av dekki, brúgv og rigningi. Yvirísing gjørdi stabilitetin verri.”

Menn lótu seg sjálvandi so væl í sum møguligt og vóru í brølapu, so at bara var opið fyri eygunum. Hans Jakku hevði frammanundan klipt sína brølapu í tveir partar: ein part at seta á høvdi og hin at nýta sum hálsaturriklæði. Hann mátti nú seta seg at seyma báðar partarnar saman aftur, so at alt andlitið var bjálvað.

Tá ið trolið var komið á dekk, frystu meskarnir beinanvegin. Fiskurin fór í ein pavn og varð flaktur sum vanligt, hóast hann frysti so hvørt. Tá ið ryggurin var fingin úr, kundi tú halda um stertin og fiskurin var púra stívur!

Frystur saltfiskur

Í lastini varð fiskurin saltaður, soleiðis sum teir plagdu at gera.

Tað varð uppdagað skjótt , at eitt lag av ísi lá ímillum hvørt lag av fiski! Og fiskurin hevði als ikki tikið við salti.

Neyðugt var at sláa salt og ís av, og tað varð alt drigið upp á dekkið í kurvum og koyrt í havið. Fiskurin varð so saltaður um aftur við nýggjum salti.

Tað bar sjálvandi ikki til at blíva við at arbeiða á hendan hátt. Tað var soleiðis, at tá ið vaskað varð niður, lá ein slanga niður í pavnin, og har rann kaldur sjógvur í. Tá ið tað varð uppdagað, at tað frysti í lastini, varð heitur sjógvur settur til slanguna, sum rann í pavnin, og hetta fløvaði sjógvin í pavninum – og harvið fiskin – so mikið, at til bar at flekja fiskin og fáa hann í salt sum vanligt.

Drekkivatnið gekk undan

Drekkivatnið høvdu teir í einum tanga har afturi, men har fór at tømast. Frammi í gron í skipinum, undir niðasta dúrki, heilt niðri í botninum, høvdu teir ein eyka vatntanga, at hava til at taka. Teir fóru so at pumpa vatn aftur, men har kom einki vatn, tí rørini vóru fryst.

Ein maskinmaður fór fram at hyggja, hvussu vorðið var. Ein lúka í niðasta dúrki varð tikin upp, og beint undir henni lá eitt deksil yvir einum mannholi niður í vatntangan. Tá ið deksli fekst av sást bara niður á ein stóran ísklump! Tað var fryst omaná og runt allan tangan, 12 tummar tjúkkur ísur omaná.

Hann fór so at høgga niður á ísin við einum jarnbroti, og tá vísti tað seg, at innan í tanganum var vatn at finna. Hann riggaði eina handpumpu til fyri at pumpa vatnið upp. Pumpan varð sett føst í veggin uppi í gongini, frá henni gekk slangan niður ígjøgnum trappholið í tangan. Vatnið varð pumpapð upp í grýtir og spannir og borið aftur til kokkin.

“Mangan hevur tað verið fúlt …”

Kabússa var í niðara lugarinum har afturi, har teir flestu svóvu, so at teir merktu ikki tann bítandi kuldan, meðan teir svóvu. Tó segðist, at í ovara lugarinum – uppi á Skarv, sum teir róptu tað – kom tað fyri, at dýnan var fryst í garneringina! Kabússa var eisini uppi á Skarvi.

Hans Jakku minstist eitt kvøldið á miðnátt, tá ið Pauli í Brekkuni kom at purra út. Hann togaði eitt sindur í Hans Jakku og segði: “Mangan hevur tað verið fúlt, men tó ongantíð sum nú – komið nú upp og síggi ..” Tað vóru ikki hugalig boð at verða vaktur við, og tað var eingin hugnalig sjón, sum møtti tær, tá tú komst út á dekkið: tað gula ljósið sást omanfyri. Tú sást ikki longur enn á lúnningarnar fyri kavaroki.

Bóru við ís

Eitt ísstykki var ofta at síggja nær skipinum; tað var ikki fast í botni, men tað bar so á, at tað bleiv verandi har á leið, sum skipið var.

So einaferð, tá teir høvdu skrætt, bakkaði hann skipið upp í vindin. Tað var eitt sindur av alduskotið, og reyvin fór upp og niður. Hans Jakku var á dekkinum, og einaferð hann hyggur aftureftir, sær hann, at ísstykkið er beint aftanfyri, og tað nærkast skjótt. Stýrimaðurin var tætt við spælið, Hans Jakku sigur við hann, at ísstykkið var beint undir hekkuni. Tá kom róp í, og skiparin var knappur at ringja á “Stopp”, so at skrúvan steðgaði.

Tað gav upp og niður og tríggjar ferðir slerdi hann hekkuna niður á ísstykkið.Til alt Harrans held var ísstykkið ikki beint undir hekkuni, men heldur øðrumegin við, so at tað fór oman í læ – tað var svørt máling á ísstykkinum av stoytinum. Um illa vildi til, kundi ein ræðulig vanlukka hent.

Inn í Føroyingahavnina eftir útgerð

Trolararnir høvdu ikki so nógv pláss at goyma olju, vatn o.a. sum skipini fingu seinni. Áðrenn langt um leið vóru vatngoymslurnar um tað lagið tómar, oljan fór ikki at strekkja, og tað var eisini neyðugt at fáa meira salt.

Tá ið hann skifti ætt, helt kuldin uppat, og tá fóru teir inn í Føroyingahavnina. Hetta var áðrenn Nordafar var til; eitt felag, sum æt ASGRICO hevði støð í Føroyingahavnini. Longur inni á fjørðinum høvdu teir saltgoymslu.

Á norðaru síðu á fjørðinum, nakað langt frá kaiini hjá Asgrico, vóru fleiri norsk skipanøvn skrivað á klettin, við stórum hvítum stavum; har út til var allur fjørðurin frystur til. Hvussu langt hetta strekkið er, er ilt at siga, men metast kann, at tað er umleið 500 metrar (?).

Á POLAROIL arbeiddu 3 danir, og hetta var so tíðliga til árs, at teir vóru júst komnir til Grønlands og vóru ikki sørt bilsnir av at síggja eitt føroyskt skip koma inn. Ein av teimum spurdi Hans Jakku, hvaðani teir komu? Hans Jakku segði sum var, at teir høvdu ligið og fiskað beint har uttanfyri. Tað undraði mannin skilliga, at tað skuldi hava borið til, soleiðis sum veðrið var. Tað var framvegis nógvur ísur á trolaranum.

Hitaðu oljukrána við eldi!

Har var nógvur ísur at síggja á sjónum, og nógvur kavi á landi, men tað bar til at koma inn til oljukajina. Slanga varð fingin umborð, men tann stóri kránin á oljurørinum vikaðist ikki, hvussu teir so spentu, so kom eingin olja úr.

Teir tóku tá til tey ráð at kynda bál undir kránanum! Skavaðu kavan frá og kyndu so í. Tá ein løta var farin eydnaðist at skrúva kránan, so at oljan fór at renna.

Tóku vatn við hond

Vatn skuldu teir eisini hava. Ein tjørn ella eitt vatn var uppi á einari høvd aftanfyri oljutangarnar. Hagar niðan høvdu danir grivið eina geil, um eina metur breiða, niðan til vatnið. Kavin hvørji megin geilina var umleið 1 metur høgur, í støðum hægri.

Har vóru vist slangur ella rørleiðingar ella aðrir hentleikar at flyta vatnið, men tað var alt fryst. Allir menn vóru settir í sving við at bera vatnið oman í smáum! Allar spannir, grýtur og pottar vórðu funnar fram, og har gekk ein støðugur streymur av hesum tríati monnunum niðan við tómum íláti og oman aftur við fullum. Hetta vardi við í fleiri tímar. Allir bóru ikki vatn í senn, men teir skiftust um at bera vatnið.

Royndi seg sum ísbrótara

So var tað saltið, sum eisini var uppi. Men tað var ikki sum at siga tað, at sleppa fram at saltinum. Salthúsið stóð á norðaru síðuni á fjørðinum og um fjørðin allan lá umleið 10 tumma tjúkkur ísur og forðaði allari ferðslu. Frá ískantinum til salthúsið mundi vera umleið 500 metrar (?).

Men Hans Pauli misti ikki mótið, um uppgávan sá ómøgulig út.

Hann byrjaði á norðaru síðu á fjørðinum: setti stevnið inn ímóti ísbrúnni og koyrdi so á maskinuna; skipið breyt fyri sær, men hann sigldi ikki longur inn, enn hann helt tað vera ráðiligt. Bakkaði so útaftur, og flutti eitt sindur til síðis, og sigldi á sama hátt skipið inn í ísbrúnna. Hetta gjørdi hann so fleiri ferðir: breyt seg inn í ísbrúnna, og flakar brotnaðu frá á sama hátt. At enda fór at nærkast brúnni við salthúsið, Asgrico.

Men so kláraði hann ikki longur. Wirur varð fingin í land og fastsettur; so varð sett á við spælinum, og tað eydnaðist at hála skipið so mikið fram afturat, at til bar at leggja træsliskur av kajini og út á skipið, so at salt kundi latast umborð.

Ein av donsku monnunum hjá Kontrollørinum, sum vardu av Asgrico, kom í einari lítlari jollu við motori aftaná trolaranum. Hann fór í land og lat salthúsið upp. Manningin fór eisini í land at arbeiða. Lossingin gekk fyri seg á tann hátt, at har vóru handvagnar, sum tóku eini 200 pund av salti hvør, og har vóru spakar og sliskur. Vagnarnir vórðu fyltir og koyrdir út og stoyttir í sliskuna, og hagani rann saltið umborð.

Hetta var ein sjáldsom og strævin skipsavgreiðsla, sum neyvan nakar annar hevur verið úti fyri. Tað skuldi meira enn vanligt dirvi til at fáa hetta í lag.

Alt gekk kortini eftir vild, og teir kundu fara út aftur at halda fram við fiskiskapinum.

Tað bleiv ikki farið inn aftur til lands, og tá skipið var fult, lá leiðin heim aftur til Føroya. Skipið fleyt tungt, men veðrið var gott og ferðin gekst væl, til teir nærkaðust Føroyum.

Tá var rættiligt illveður, stormur av landnyrðingi. Sjógvurin skolaði tvørtur um skipið, og tað var ikki hugsingur um at fara ímillum framskipið og afturskipið.

Teir komu so heim í øllum góðum, og úrtøkan hjá Hans Jakku var 1.700 krónur fyri hendan túrin. Hann var glaður og Marjun var glað, tí nú vóru húsini í eygsjón …

Teir av manningini, sum vóru úr Klakksvík og Norðoyggjum, 22 í tali, vóru:

Hans Pauli Johannesen, skipari, John Joensen, á Geilini, Trygvi Laksafoss, Thorleif Petersen, Benjamin Joensen, Pauli Joensen, í Brekkuni, Jónstein Biskopsstø, Kamar Joensen, Gerðum, Jákup Klein, Hans J. Fuglø, Malvinus Joensen, í Brekkuni, Hjalmar Waag Høgnesen, Anker Mørkøre, Símun Michael (Kal) Christiansen, Kristoffur Dragaberg, Andrias Marknagil, Debes Olsen, Ásbjørn Vágsheyg, Mogens Hendriksen, Árnafirði, Karl Johansen, í Ánunum, Edvard Jacobsen, Svínoy og Andreas Poulsen (seinni Miðskarð).

Hinir 14 vóru:

Erling Hansen, Nólsoy, Jacob A. Arge, Tórshavn, Otto Holm, Tórshavn, Jógvan Rubbeksen, Tórshavn, Jógvan Trondesen, Tórshavn, Poul Sørensen, Tórshavn, Dánjal M. Jacobsen, Tórshavn, Eliesar Hammer, Eiði, Jógvan Sofus Joensen (Ferjá), Gjógv, Richard Juul, Skopun, Árni Klein, Strondum, Helgi Niclasen, Tórshavn, Kai í Bartalsstovu, Gøtu og Debes Danielsen, Saltangará.

—-

Ein viðmerking:

Í endurminningum sínum “Jól á Halanum” greiðir Hans Pauli hugtakandi frá hendingaríka lívi sínum. Har hendi so nógv, at tað er lætt at skilja, at hann onkuntíð kundi blanda saman. Og tað ger hann viðhvørt.

T.d. sigur hann á bls. 257, at ikki bar til at fáa olju í Føroyingahavnini hetta árið, tí avgreiðslumenninir vóru ikki yvirkomnir. Tí fingu teir Kallsevni at taka olju yvir við til teirra. Men her minnist hann skeivt: oljan varð veitt, soleiðis sum tað er greitt frá her.

Eftirskrift:

Í kríggssøguni hoyra vit mest um herovastarnar; tey flestu minnast helst væl Hannibal, Cæsar, Napoleon og Lord Nelson. Men hvat vita vit um teir karthagesarar, rómverjar, fraklendingar og bretar, sum gjørdu tað “grova” arbeiðið fyri teir? Ofta vórðu hesir róptir “kanónføði”.

Í fiskivinnusøgu okkara fæst nógv at vita um skipararnar; fyri ikki at tala um rokskipararnar. Hvussu frásagnirnar ljóða, velst um hvaðani hendingarnar eru sæddar: um tað er av brúnni ella av dekkinum.

Eitt er heilt vist: vit kunnu ongantíð yvirmeta teir tiltiknu rokskipararnar, sum hava haft almiklan týdning fyri menningina av hesum landi. Men líka so umráðandi er samstundis at minnast “teir hørðu hálsarnar”, sum løgdu kropp til, og sum ofta niðrandi vórðu róptir “apirnar”.