Í september 2003 keyptu Sven Dahl og Ólavur Hansen bilverkstað úti á Bumshamri og síðani hava teir havt úr at gera við lakkeringum
Tað er eingin ivi um at teirbáðir Ólavur og Sven duga sítt handverk tí á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Augolakering (www.klautolak.fo) er myndir av bilum og motorsúklum, sum hava vitjað verkstaði.
Ólavur sigur at tað er sjálvandi meira spennandi at arbeiða við bilum, har eigarin ynskir at bilurin skal hava serligt snið, men stórsti parturin av arbeiðinum umfatar skaðar.
-Tað eru kanska serliga teir yngru sum hava ynski um at fáa bilin at líkjast burtur úr fjøldini, og tað er eisini sera spenandi men tíðarkrevjandi.
– Vit hava bert eina kabinu í løtuni og tað er ov lítið og tí stríðast vit við at fáa eina afturat.
Teir eru í løtuni fýra sum starvast hjá Klaksvíkar Autolakering og harafturat eru tveir dreingir sum arbeiða eftir skúlatíð.
Meira um Klaksvíkar Autolakering á www.klautolak.fo




