Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir egna á Stongunum

Jóhann Lutzen

Vit vóru ein túr framvið egningarskúrunum fyrrapartin, har lagið var gott á monnum

Vit vóru ein túr framvið egningarskúrunum fyrrapartin, har lagið var gott á monnum

Prátið gekk lystiliga tá Norðlýsið kom á gátt í morgun. Teir fyrstu vórðu byrjaðir kl. 05 og ætlaðu at halda á til liðugt var. Teir elstu vóru upp ímóti teimum 80 árunum, ímeðan ungir drongir eisini forvunnu sær nakrar krónur. 
Skúrarnir eru karmar um hart arbeiði og gott vinarlag. Evnir sum eru uppi í tíðini, verða viðgjørd, heimlig eins og útlendsk. Menn skemta óført og eru spentir at frætta um veiðu og prís. 
Vit vitjaðu í skúrunum hjá Kallanes, Gjógvarenni, Bragd og Norðsøka og allastaðni frøddust teir um at Norðlýsið kom framvið.