Jólaskipið nærkast og tá Norðlýsið tosaði við skiparan “Kjálkasíga” í nátt lat hann væl at.
Veðrið er av tí allarbesta og jólamenninir eru so spentir, at kokkurin hevur trupulleikar av teimum til hvørja máltíð.
Hóast radarin ikki enn sær landið, so fingu jólamenninir í dag landkennig, tí onkur bóndi hevur sproyta bøin við mykju, og teir siga har frammi á bakkanum at roykurin var ramur.
Í kvøld hava vit einar 170 fjórðingar eftir til lands, so snoddi á jólamonnunum er gott.
Nú vóna vit bara, at børnini eru líka spent sum vit.
Vit vera á Stongunum kl. 18.00 í kvøld og tá fáa tit øll eitt klemm frá okkum. Síðani er ein stór skrá fyriskipað. Hyggið inn á Norðlýsið ímorgin at fáa nærri at vita, teir eru óførir at hjálpa tá tað veldst um kunning.




