Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir fiska til kørini á Føroya Sjómannadegi

Oliver Joensen

Hesir fimm garparnir hava fiska, sett rúsur og fanga síl til kørini á Sjómannadegnum. Á miðnátt í gjárkvøldið drógu teir línu á Borðoyarvík.

Hesir fimm garparnir hava fiska, sett rúsur og fanga síl til kørini á Sjómannadegnum. Á miðnátt í gjárkvøldið drógu teir línu á Borðoyarvík.

Alskyns fiskar og skeljadjór úr havinum verða at síggja í fiskakørunum á Stongunum. Hesir fimm, Jens Pauli, Poul Andrias, Eyðálvur, Steffan Arthur og Poul Eyðfinn hava verið sera hugaligir at fiska og fanga til kørini.

Í gjárkvøldið kom mangt og hvat frá teimum. Umframt at teir høvdu verið og sett línu, so høvdu teir eisini verið uppi á landi eftir hongeilum, í eini á norðuri á Strond høvdu teir fanga nøkur síl. Og meðan línan stóð høvdu teir tikið nakrar hvalspýggjur.

Skrubbur, seiður, krutt og reyðfiskur vóru á línuni.

Fiskurin varð allur koyrdur í kør og spannir, og so við skundi norður á Stengurnar at koyra í kørini. – Lítla kruttið á myndini vakti stóran ans.

Hetta er ikki fyrsta árið, at hesir hava verið aktivir hjálparar á Føroya Sjómannadegi.