Orsakað av hørðum streymi hevur ikki verið nógvur útiróður seinastu dagarnar, men nú verður gjørt klárt aftur.
Hóast heystardagur er og fleiri útróðrarmenn eisini munnu hava áhuga í fjallgongu og seyði, so hevur ikki verið so lítið av útróðri seinastu vikurnar.
Størru bátarnir eru komnir upp í umleið 5000 pund, og tá prísurin er góður, so hevur úrtøkan verið hampulig.
Meginparturin av veiðuni er hýsa.
Nú verður so aftur góður streymur og bátarnir við Vágna gera flestir klárt at fara ímorgin týsdagin um viðrar.




