Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir gera seg út til undirsjóvartunnilin: Nýggjan goymslubygning og nýmótansger av handlinum

John William Joensen

P/F Klement Petersen í Runavík roknar við øktum møguleikum fyri virkseminum hjá handlinum eftir at Norðoyatunnilin hevur latið upp.

Í 2003, varð P/F Klement Petersen í Runavík umskipað. P/F Klement Petersen er ein familjufyritøka, sum varð stovnað í 30-unum, men fyri gott einum ári síðani avgjørdu gomlu eigararnir at umskipa handilsvirkið til eitt partafelag, sum teir sjálvir eiga 2/3 av og samstundis keypti Jan Danielsen úr Klaksvík, saman við øðrum 1/3 av partapeninginum.
Jan Danielsen gjørdist samstundis stjóri í handilsvirkinum og síðani er felagið farið undir útbyggingar.
Jan Danielsen sigur, at hann roknar við øktum virksemi í Runavík tá Norðoyatunnilin letur upp. Hetta økta virksemið var eisini við í metingum okkara, tá vit gjørdu av at fara undir at byggja eina stóra høll til goymslubygning. Ætlanin hjá okkum er, at høllin skal vera karmur um goymsluna hjá handilsvirkinum Klement Petersen og fáa vit samstundis møguleikan at nýmótansgera sjálvan handililin. Higartil hevur nevniliga verið soleiðis, at handil og goymsla hava verið í sama húsi og hevur hetta gjørt at vit hava havt ov trongar umstøður til framsýningar av teim vørum vit kunnu bjóða viðskiftafólki.

Alt til byggivinnuna
Jan Danielsen, stjóri á P/F Klement Petersen sigur við Norðlýsið, at handilsvirkið selur alt til byggivinnuna eitt nú køkar, hvítvørur, inventar, skrivstovumøblar, skúlamøblar stillads, stigar og annað mangt.
Virkið hevði ein bruttovinning uppá umleið 4-5 milliónur í fjør og endamálið er at økja munandi um virksemið við nýggju útbyggingini og umbyggingingini, ið skulu standa liðnar tá Norðoyatunnilin verður opin.
Jan Danielsen er 37 ára gamal, hann tók útbúgving sum bilmekanikari í Klaksvík, síðani skrivstovuútbúgving, maskinistútbúgving og síðani HD í roknskapi. Hann var fíggjarleiðari hjá Svend Krosstein í Havn í 6 ár og skrivari hjá Nes Kommunu í tvey ár áðrenn hann saman við øðrum keypti seg inn í P/F Klement Petersen, sum Jan Danielsen nú er stjóri fyri.