Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir gomlu – rockaðu

John William Joensen

Gjárakvøldið vóru eini 6-7000 fólk á Vágsbø – og sungu um Alic

Fyrsti dagurin við summarfestivalinum er farin afturum – og veðrið hevur verið av tí allar besta.

Nógv fólk og nógvur hugni.
Silvaland er nógv vitjað – men her er eitt lítið hjartasuff tí pláss er ikki fyri teimum smáu børnunum. Tey stóru børnini – sum sjálvandi eru meira  buldraslig – dominera ov nógv á økinum – men annars er nógv hjá familjum at fara til. 

Ikki bíligt at verða familja á Summarfestivalinum
Tað er eingin loyna at tað kostar nógv at fara á festival og ert tú ein barnafamilja – so er ársins Summarfestivalur sera kostnaðarmikil at vitjað.

Tað bíligasta eg fekk eygað á var sunkist fyri 10 krónur stykki.

Annars var stykkja prísurin 25 krónur og upp eftir – næstan líkamikið hvat – so tað annars sera hugnaligu løtuna vit vitjaðu (vit eiga trí børn) – Silvaland og Tivoli uttan fyri sparikassan – bleiv mappan tømd eftir lítlari løtu.

Smokie rockaðu
Men samanumtikið var fyrsta kvøldið á ársins Summarfestivali ein góð uppliving og hóast byrjanin hjá Smokie var eitt sindur ivasom – so spældu teir seg upp sum konsertin leið.

Ljóðviðurskiftini – ójøvn
Í fyrsta partinum av konsertini við Smokie stóð eg millum aftaru áhoyrararnar á Vágsbø og eg helt ikki at ljóði var serliga hart! Tað sást eisini tíðuliga at tónleikurin ávirkaði als ikki tey, sum mannaðu aftaru hálvuna á Vágsbø.

Sum konsertin leið – og konan fór heim við børnunum – odaði eg meg longur fram og tá eg kom at standa á økinum við tornið var stórur munur á ljóðinum.

– Nú var ljóðgóðskan tann rætta og stemningurin millum fólkið tann rætti.

– Tá "Alic" – rungaði um Vágsbø kókaði fjøldin – men lítandi aftur um bak beit eg merkið í at stemningurin als ikki var tann sami – frá torninum og aftureftir.

Sí video á Blogginum hjá Norðlýsinum

jwj