Tá Jákup B í kvøld fór til Scrabster at selja, vóru tað teir "gomlu" menninir sum loystu manningina av, soleiðis at manningin fekk frí nakrar dagar. Elsti maðurin er 87 ár.
Tað var óført lag umborð á Jákup B í kvøld, tá teir upp undir stormin skuldu leggja til havs til Scrabster at selja veiðuna. Grímur Lassen reiðari var sjálvur skipari, stýrimaður er Jákup Mýri, í galluni var 78 ára gamli Mourentius Rensistein longu farin ígongd at rigga natturðan. Og í maskinuni gekk 87 ára gamli Jákup Biskopstø og hugdi eftir at alt var sum tað átti. Atli Jacobsen, abbasonur Hansy í Sparikassanum er dekkari og yngsti maður á báti.
Nógv málageipan var og "Ressi" segði, at hetta bleiv seinasta ferðin at hann fór at mynstra, men Jakki vildi ikki siga at hann ikki fór ein túr afturat, um so var at tað stóð honum í boði.
Teir rokna við at landa í Scrabster mikumorgunin og vera helst aftur á Klaksvík til vikuskiftið.




