Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir hava gott veður og góðan fiskiskap

Oliver Joensen

Vit hava frætt frá Atlantic Navigator, ið roynir saman við øðrum skipum suður av Munkagrunninum heilt suðuri ímóti skotska markinum.

Veðrið er heilt óalmindiliga gott í løtuni, og væl av fiski er at fáa, so hýrurin er góður umborð, verður sagt av Atlantic Navigator. Tey hava eini 400 tons av surimi inni og harafturat um 150 tons av mjøli.
Á leiðini har Atlantic Navigator roynir, eru eini 29 skip, russisk og føroysk. Carlton, ið eisini hevur roynt har, verður helst á Fuglafirði í Kvøld við fullari last, Christian í Grótinum er á síðsta tovinum og Jupiter líður væl til at hava last eisini.
Tey umborð á Atlantic Navigator lata heilsa heima.