Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir hava sproytað "Árnfirðingin"

John William Joensen

Klaksvíkar Autolakering hevur havt úr at gjørt, síðani byrjað varð, umleið hálvum øðrum ári síðani, og hóast navnið á virkinum sigur nakað annað, so var seinasta uppgávan at sproytlakerað kappróðrarbátin "Arnfirðingur".

Tað eru teir báðir Sven Dahl og Ólavur S. Hansen, sum eiga og reka Klaksvíkar Autolakering. Í stuttari samrøðu siga teir báðir, at líka síðani byrjanina hava teir havt úr at gera. Talan hevur fyrst og fremst verið um umvælingar av bilum, har vit hava fingist við skaðar og lakeringar. Tá tosað verður um bilar, so hava vit hildið at tað er sera umráðandi at geva viðskiftafólki góða tænastu. Vit hava lagt okkum eftir at leverað bilarnar aftur til avtalaðu tíðina, og tað hevur heppnast sera væl. Harafturat hava vit keypt okkum nýggjan leigubil, soleiðis at til ber hjá viðskiftafólki og øðrum at leiga bil frá okkum, tá brúk er fyri tíð.
Tá tað snýr seg um bilumvælingar, so hava vit bæði gjørt tryggingarskaðar og umvælingar fyri privatfólk.
Virkið er útgjørt við nýmótans sproytuklyva og her verður mangt og hvat gjørt. Meginparturin av arbeiðinum í sproytuklyvanum  snýr seg sjálvsagt um bilar og her hava vit klára okkum sera væl í kappingini við dygd og prísi. Tí hevur tað eisini eydnast okkum at fáa umvælingar av bilum úr Eysturoynni hendavegin.

Bert hugflogið setur mørk
Í sproytuklyvanum fáast vit eisini við mangt annað, ið als onki hevur við bilar at gera. Umframt at tað ikki er so sjálvdan at vit sproyta køkshurðar, skuffur og innhurðar, so hava vit sum sagt júst sproyta Árnfirðingin, sum er bygdur í 1965 og sum vit helst skjótt aftur fara at síggja bjóða seg fram í kappróðri.
Tað kemur eisini fyri at vit sproyta hvítvørur, sum fólk hava hildið trongt til fríðkan, tá aðrar umvælingar eru gjørdar í húsunum.
Sven og Ólavur siga at enda at um fólk eru áhugað í at fáa eitthvørt sproytlakerað, so er bert at sláa uppá tráin, tí tað er bert hugflogið, ið setur mørk, nevnast kann, at vit halda okkum heldur ikki aftur í at sproyta dekoratiónir uppá bilar um ungfólk ella onnur ynskja tað.

Klaksvíkar Autolakering heldur sum kunnugt til úti á Bumshamri.

Harleyfacadeacryl