Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir koma aftur á hvørjum ári

Oliver Joensen

Nú í fleiri ár, hava vit sæð stórar skarvaflokkar kring oyggjarnar um hesa tíðina. Á Vágni hava nógvir verið og sama er galdandi á Borðoyarvík. Fyri viku síðani taldu vit einar 60-70 í einum flokki, og ídag sóust eisini nógir á Vágni.

Tað hugaliga í, at slík innrás kemur higar á hvørjum ári er at her má vera nóg mikið hjá fuglunum at eta. Haldi tað eru eini trý fýra ár síðani at hetta byrjaði. Tá vóru fuglafrøðingar ósamdir. Onkur segði við Norðlýsið at nógv var komið undan av føroyska skarvinum tað árið, tá vit á fyrsta sinni sóu slíka nøgd vera her. Men Jens-Kjeld Jensen segði, at hetta helst var skarvur sunnanífrá, eitt nú úr Skotlandi og oyggjunum har í kring.

Sum skilst, so er enn óvist hvaðani allur hesin skarvurin kemur. Men hinvegin so var ikki nógvur skarvur at síggja her í august, tá vit vanliga síggja ungarnar frá okkara stovni standa fram við klettinum kring oyggjarnar.