Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir krógvaðu krossin,hin upprisna og glæmuna frá páskamorgni!

Bergur Jacobsen

Ein skuldi trú at henda ábreiðslan var vend móti onkrum heidnum felaksskapi, men so er ikki!

Nú ein dagin kom eg av tilvild á rásini DR3, framma eitt brot frá vígsluni av Christianskirkjuni. Hettar var eitt rættuliga stutt brot, men har sá eg millum annað tveir hugnaligar menn sita og práta á eini brík, gamla Jóan Karl Høgnesen uttan av Oyri og Ólavur hjá Húsapóli. Og kanappliga sá eg eisini runda vindeyga í vesturskjøldrinum, sum danska listakvinnan Ulrika Marseen gjørdi til kirkjuna, eftir áheitan frá Statens Museum for Kunst. Stóri glasmosaikkurin hjá henni avmyndar krossin, páskasólina og uppreisnina.

Tey, sum hava vitjað tær stóru gomlu kirkjunar úti í heimi – t.d. Nidarosdomin – vita at í hesum kirkjunum er eysturskjøldurin við háaltarinum mangan prýddur við føgrum glasmosaikkum, ella prýðiligum altarskurmyndum, og at vesturskjøldurin somuleiðis hevur eina «rosettu» – eitt litfagurt glasvindeyga við einum ella fleiri andaligum motivum. Soleiðis hevur Peter Koch, sum teknaði Christianskirkjuna, óyva eisini ímynda sær kirkjuna, sum ein stóran og verdugan bygdakathedral úti í Atlantshavinum, við hini stóru kvøldmáltíðini í eysturskjøldirinum, og páskaundrinum, sum eina lýsandi mynd í hinum endanum.

Í Christianskirkjuni hava tey annars verið hyggin um andaligu listina. Stóra altartalvan hjá Skovgaard er sett í stand fyri milliónir, og í kirkjukjallaranum hava listamenninir Fuglø og Sólstein gjørt listaverk um lív Jesusar, sum verða róst uppum skýggjini. Og stóra tøkk skulu tey hava fyri tað!

Men, samstundis hava tey, Guð hjálpi mær, fjalt eitt stórt listaverk, sum var partur av upprunaætlanini hjá Peter Koch arkitekti við kirkjuni. Onkur av okkum halda, at tað er eitt slag av brotsverki ímóti teirru arkitektonistu heildini, sum kirkjan upprunaliga var. At lata eitt listarligt tól, sum orglið jú er, fjala eitt annað listaverk, tað er onkusvegna eitt slag av vandalismu, sum kannska hevur sínar røtur í heimføðisligheit og væntandi vitan?

Í dag eru tey fá, sum vita, at tað finnst ein stórur glasmosaikkur í vesturskjøldrinum í Christianskirkjuni – og tað kann vera, at listarliga elitan í Føroyum, ið onkuntíð hevur hildið hánt um myndina hjá Skovgaard, fegnast um at myndin hjá Ulriku Marseen nú er fjæld; meðan onnur halda at placeringin av orglinum, beint frammanfyri litfagra rútinum, er ein háðan móti listakvinnuni og gávuni frá Statens Kunstfond. Myndin skal ikki síggjast uttanífrá við kunstinum ljósi – men, hon er ætlað at verða sædd innananífrá, við øllum teimum variatiónum og ljósspæli, sum dagsljósið og árstíðirnar geva!

Tá eg í byrjanini nevndi teir báðar Jóan Karl og Ólavur, so er tað tí at teir minntu meg á ein annan gamlan mann, ið var sera góður við og túfastur móti Christianskirkjuni. Hesin gamli maðurin, var alt annað enn fegin um at orglið kom at standa, har tað stendur. Hann elskaði orgultónleik og eisini orglið hjá Jensen og Thomsen, men tað var hon um eitt stórt vónbrot, at tey settu orglið júst har á ovasta lofti, beint frammanfyri myndina hjá Marseen.

Sjálvur segði hann fleiri ferðir soleiðis frá: Í fyrstandi tá eg fór at ganga til altars í kirkjuni var tað soleiðis, at tá eg reisti meg aftur frá altarinum, eftir at hava fingið Jesu likam og blóð, og skuldi omanaftur á pláss í kirkjuni, so sá eg krossin, og páskasólina og uppreisning skína í móti mær úr vesturskjøldrinum – tað var eitt satt upplivilsi! Men, nú hava teir Guð hjálpi mær, krógva krossin, páskasólina og hin upprisna!

Eg havi ikki hoyrt nakran annan av hannsara ættarliði gramt seg um placeringina av orglinum! Men, hann hevði eina ónøgd afturat! Hann segði at: « Upprunaliga hevði arkitekturin ætlað at rekkverkinini framm við loftunum í kirkjuni, skuldu vera myrk, eins og trórið og veggirnir. Men tað vildi kirkjuráðið ikki. Tað koma tey at angra, tí viðurin blívur deyður og keðiligur, sum frálíður. Kirkjan hevði verið munandi vakri og hugnaligarii, um rekkverkini einisi vóru døkk, eins og loftið og veggirnir!» Soleiðis segði hann.

Tað er ikki heilt vandaleyst at sita við fjarstýraranum og zappa ein morgum í gloparegni, og síggja brot úr sending um Føroya søgu, tí soleiðis verða grenjini gitin!

Bergur Jacobsen